12
NÁM 2017
Evnissetningur
Hvat?
Hvussu?
Hví?
Staklutir í strategiini
Evnissetningurin gevur lesara ábending um, hvat hvørt brot um-
røður.
Í yrkisteksti er nýtt reglubrot ofta tekin um, at nú kemur okkurt nýtt.
Evnissetningurin gevur lesara varhuga av hesum. Eg nærlesi tí fyrstu
setningarnar í hvørjum broti fyri at finna evnissetningin, sum sigur
mær, hvat eg fari at lesa um. Restin av brotinum snýr seg um viður-
skifti, sum hava við hetta at gera.
Finni eg evnissetningar til brot í teksti, fái eg eitt gott yvirlit yvir
evnið í tekstinum og upplýsingar, sum eg fari at lesa meiri um.
Havi eg í huga endamálið við lesingini, veit eg eisini, um eg skal
nærlesa hvørt brot ella fara lættliga um ávísar partar.
1. Eg meti um tekstin, soleiðis at eg fái eyga á,
hvat høvundurin ætlar.
2. Síðan nærlesi eg byrjanina til hvørt brot og finni evnisset-
ningin (nýggja evnið).
3. Eg haldi fram at lesa og gái eftir, at restin av brotinum veruliga
snýr seg um hetta.
4. Eg brúki somu mannagongd til øll brot í tekstinum.
3. kassi. Strategiin: Evnissetningur. - Hvat, hvussu og hví.
At finna evnissetning er ein tann mest krevjandi fatanarstrategiin. Næmingar skulu jú hava evnissetningin
í huga, meðan teir lesa víðari. Harumframt skulu tey meta um, í hvønn mun nýggir upplýsingar eru við
til at dýpa um evnið ella eru dømi.
Tá ið tú greiðir næmingum frá strategiini, kanst tú hjálpa ivandi næmingum við fyrst at geva teimum:
Hvussu laga vit strategiina til næmingin?
tekst við undirstrikaðum evnissetningum. Tá nýtist teimum bara at lesa restina við evnissetningum í
huga. Tað er umráðandi, at tú gert teimum greitt, hvør samanhangur er millum evnissetning (hvat
brotið snýr seg um í høvuðsheitum?) og restina av brotinum (dýping av evninum).
Stinnir næmingar kunnu fáa:
tekst við undirstrikaðum evnissetningum. Tey skulu “prógva”, at restin av brotinum snýr seg um evnið.
tekst við undirstrikaðum høvuðsorðum í hvørjum broti. Tey skulu finna setningin í hvørjum broti um
høvuðsorðini.