6
NÁM 2017
Vilt tú verða grundstuðul í fakligari lesi- og skriviundirvísing á skúlanum, mást tú átaka tær ymiskar
arbeiðsuppgávur. Tú mást:
1. samstarva við starvsfelagar um at menna royndir teirra í fakligari lesing og skriving hjá
næmingum í læru greinini.
2. leiða og samskipa samstarvið í læraratoyminum um fakligu lesiundirvísingina hjá hvørjum næm-
ingi sær.
3. samstarva við leiðsluna um lesipolitikkin á skúlanum og serlig átøk á ymiskum floksstigum.
Lesivegleiðarin sum grundstuðul í fakligari lesi- og skrivi-
undirvísing á skúlanum
Sum lesivegleiðari hevur tú møguleika at stuðla starvsfeløgum í at menna undirvísingina í fakligari les-
ing og skriving:
tú kanst vísa læraratoyminum á viðkomandi hættir og amboð til næmingar at arbeiða við fyri at økja
fatanina av tí, sum fakteksturin greiðir frá.
tú kanst vera við, tá starvsfelagi undirvísir, og ímynda fyri næmingum og lærara, hvussu tey kunnu
brúka strategi og amboð.
tú kanst vera við, tá faklærari undirvísir, og leiðmenna (vegleiða) viðkomandi í, hvussu arbeiðið við
fatanarstrategi kann tvinnast saman við fakundirvísing.
tú kanst eygleiða næmingar, meðan teir arbeiða við strategium og amboðum, við atliti at góðari og
verri nýtslu.
tú kanst hjálpa faklærara at meta um, í hvønn mun mál og innihald í fakteksti er skilligt, og hjálpa at
velja tekstir, sum røkka næmingunum betur. Tú ert jú ikki serkøn/ur í fakinum, sum faklærarin.
Men ert tú væl inni í fakinum, kann tað verða trupult at síggja fakligu avbjóðingina í tekstinum, tí
hon er undir skilt fyri tær.
tú kanst hjálpa faklærara at fáa eyga á næmingar, sum hava tørv á serligum stuðli við fakligu les-
ingini. Tú kanst hjálpa at velja tekstir, amboð og hættir til lesiveikar næmingar í mun til tørvin.
Tá kunnu hesir næmingar so, nógv sum til ber, læra saman við hinum í flokkinum.
Lesivegleiðarin skal stuðla og vegleiða faklærarum á skúlanum at menna sínar royndir í verki
Sum lesivegleiðari eigur tú at vera fakligur samskipari fyri hvørt læraratoymi í sambandi við at menna
fakligar lesiførleikar hjá næmingum. Tú eigur at tryggja tær, at eitt stevnumið verður orðað fyri lesing í
fakunum, at læraratoymið ella lærarar í árganginum velja hættir og amboð at arbeiða við, og at semja er
tvørtur um fakbólkar, hvørji ábyrgdarøki eru, og hvør varðar av teimum.
Lesivegleiðarin skal samskipa fakligu lesiundirvísingina í læraratoyminum