20
NÁM 2017
At skriva yvirskrift til hvørt tekstabrot er ein strategi, sum loysir seg væl, tí hon hjálpir lesara at taka
týðandi upplýsingar úr teksti, taka saman um og fáa yvirlit yvir innihaldið í tekstinum. Strategiin er aftur-
fyri rættiliga krevjandi: næmingur skal duga at síggja, hvørjar upplýsingar eru týðandi, og duga at seta
orð á tær á nøktandi hátt. Faklig vitan og yvirlit er fortreyt fyri hesum.
Hetta er eisini ein krevjandi, men gevandi strategi. Tú kanst stuðla veikum næmingum við spurningum at
arbeiða við. Tey kunnu t.d.:
7. strategi: Yvirskriftir til tekstabrot
Hvussu laga vit strategiina til næmingin?
Yvirskriftir til tekstabrot
Hvat?
Hvussu?
Hví?
Staklutir í strategiini
Ein yvirskrift til hvørt tekstabrot, og hon skal vísa á tað týdningarmesta
í brotinum.
Teksturin verður lisin brot fyri brot, og yvirskriftir settar á hóskandi
heildir við týdningarmesta innihaldinum.
Tá eg striki undir/skrivi niður, meðan eg lesi brotið, hjálpir tað mær at gáa
eftir, hvat hevur týdning í tekstinum. Tá ið eg aftaná lesi undirstrikingar/
tað skrivaða og taki samanum við eini yvirskrift, fái eg bæði yvirlit yvir,
hvat hevur týdning í brotinum, og kann meta um týdningin av tí skrivaða.
Hetta hjálpir at halda fast í týdningar-mestu upplýsingum í teksti.
1. Eg meti um faktekstin og fái greiðu á, hvat høvundurin ætlar.
2. Síðan lesi eg eitt brot í senn og striki undir/skrivi niður týd-
ningarmestu upplýsingarnar.
3. Eg lesi umaftur undirstrikingar/tað skrivaða og orði so eina
yvirskrift um tað mest týðandi í brotinum.
4. Eg haldi fram soleiðis, til teksturin er liðugur.
11. kassi. Strategiin: Yvirskriftir til tekstabrot. - Hvat, hvussu og hví.
bara finna svarini til ‘hvør’, ‘hvat’ og ‘hvussu’ í teksti.
fáa útflýggjað yvirskriftir til brot í teksti og skulu í tekstinum strika undir upplýsingar til yvirskriftirnar.
fáa útflýggjað ein tekst, har brot í tekstinum eru undirstrikað. Tey skulu orða eina yvirskrift til hvørt
brot út frá undirstrikaðum upplýsingum.