32
NÁM 2017
Men at skriva niður tankar kann tykjast sum enn ein tíðarkrevjandi byrða í frammanundan skundmikla
gerandisdegnum. Tí mást tú veruliga eggja starvsfelaganum at fylgja hesum ráðum og spyrja eftir notatun-
um á felags fundum.
Í Lesivegleiðaraverkætlanini høvdu søgulærararnir eina loggbók og brúktu hana at bøta um og hugsa um
arbeiðið við fakligu lesingini í flokkinum farnu vikuna (sí 4. fylgiskjal).
Faklærarin skal fylla út trý høvuðsøki í loggbókini sum liður í fyrireikingini til undirvísingina. Eftir tím-
an metir lærarin, um alt gekk eftir ætlan, hvat møguliga skal broytast næstu ferð, ella hvat skal til fyri at
koma á mál við undirvísingini í framtíðini. Økini eru:
- Endamálið við, hvussu teksturin tekur evnið upp
- Avbjóðingar í tekstinum
- Næmingar við serligum avbjóðingum
Greitt er frá hvørjum øki niðanfyri:
-
Hvørjar upplýsingar/høpi eiga næmingar at hava lært eftir at hava lisið tekstin?
-
Manglar onkur upplýsing í tekstinum?
Í hesum teigi skrivar faklærarin sína meting um, hvat næmingarnir skulu læra úr tekstinum (faklig mál).
Hesar upplýsingar hava týdning fyri lesivegleiðaran, sum skal fyrireika seg at ímynda strategi ella am-
boð. Men tær gagna eisini næmingunum, tí kenna teir endamálið við lesingini, verður tað nógv lættari at
lesa miðvíst.
Faklærarin kann eisini skriva niður møgulig “hol” í tekstinum, sum hann/hon skal minnast at “fylla í”
saman við næmingunum.
1. Endamálið við, hvussu teksturin tekur evnið upp
-
Hvat kanst tú gera fyri at hjálpa næmingum at handfara hesar avbjóðingar?
Her skrivar faklærarin krevjandi fakorð og hugtøk, sum skulu greiðast frá, so næmingarnir skilja evnis-
tekstin. Lærarin skrivar somuleiðis, hvat kann stuðla næmingum við hesum avbjóðingum. Faklærara tørv-
ar mangan hjálp frá lesivegleiðara at gera av, hvørji orð og hugtøk í tekstinum kunnu vera ein avbjóðing
fyri næmingar.
2. Avbjóðingar í tekstinum (t.d. torfør orð, torskiltar fakligar frágreiðingar)?
-
Hvørjir næmingar hava tørv á hjálparamboðum í tímanum ella í heimaarbeiðinum?
3. Næmingar við serligum avbjóðingum