Holocaust og fólkadráp
Hvussu kann tað henda, at vanlig fólk taka lut í at drepa grannar sínar? Undir seinna heimsbardaga drupu nazistarnir umleið seks milliónir jødar og milliónir av øðrum menniskjum. Hetta verður kallað holocaust.
Her er søgan, amboð til at skilja, hvussu fólkadráp byrja, onnur fólkadráp í søguni, filmar, bøkur og uppgávur til flokkin.
Hvat er á síðuni?
Síðan er bygd í teigar. Teir kunnu takast í raðfylgju, ella kann lærarin velja teir, sum hóska best til flokkin. Hvør uppgáva er merkt við tí floksstigi, hon er gjørd til.
Orðið holocaust kemur úr grikskum og merkir „brennioffur“. Á hebraiskum verður týningin av jødunum kallað Shoah, sum merkir „oyðing“. Í ensk-føroysku orðabókini hevur holocaust tríggjar týdningar: hópdráp, ein eldur, har nógv láta lív, og ein stór vanlukka. The Holocaust við stórum bókstavi er hópmorðið hjá nazistunum á jødunum.
Fólkadráp ella fólkamorð merkir, at ein bólkur av fólki verður oyðilagdur, heilt ella partvíst, tí at tey eru tey, tey eru. Ofrini verða forfylgd fyri nakað, tey eru – ikki fyri nakað, tey hava gjørt.
- AntisemitismaHatur og fordómar móti jødum.
- GhettoAvbyrgt øki í einum býi, har jødar vórðu noyddir at búgva.
- KonsentratiónslegaLega, har fangar vórðu sperdir inni og noyddir at arbeiða.
- TýningarlegaLega, sum fyrst og fremst var gjørd til at drepa fólk.
- Fólkamorð (genocide)Orðið, sum Raphael Lemkin skapti í 1944. Sí teigin Rættur og minni.
Hvat var holocaust?
MálNæmingurin kann greiða frá, hvat holocaust var, seta týdningarmiklar hendingar í tíðarrøð og vísa á, hvussu ráðandi hugsanir í Nazi-Týsklandi vóru avgerandi fyri gongdina.
Holocaust var royndin hjá nazistiska stýrinum hjá Adolfi Hitler at týna allar jødar í Evropa. Jødahatur – antisemitisma – hevði verið útbreitt í Evropa í fleiri hundrað ár. Nazistarnir góvu tí eina nýggja grund: Teir hildu, at jødar vóru ein serlig „rasa“, sum var vandamikil fyri týska fólkið.
Tá ið Hitler kom til valdið í 1933, byrjaði gongdin stig fyri stig. Fyrst vórðu jødar koyrdir úr starvi og skúla. Síðan mistu teir borgararættindini. Í 1938 vórðu synagogur, handlar og heim teirra oyðilagd, og tíggju túsundtals jødar vórðu sendir í legur.
Undir krígnum fóru nazistarnir víðari. Í Eysturevropa skutu herdeildir og politistar jødar í hópatali. Frá 1942 vórðu jødar úr allari Evropa fluttir við toki til týningarlegur sum Auschwitz-Birkenau, har tey flestu vórðu dripin við gassi.
Umleið 6 milliónir jødar vórðu dripnir – umleið tveir triðingar av øllum jødum í Evropa. Nazistarnir drupu eisini róma og sinti, fólk við breki, sovjetiskar krígsfangar, pólsk sivilfólk, politisk mótstøðufólk og samkynd. Tá alt kemur til alt, er talan ikki um tøl, men um menniskju – hvørt við sínum navni og sínari søgu.
Ofrini – ikki bert jødar
- umleið 6 mió. jødar
- sovjetiskir krígsfangar
- pólsk sivilfólk
- róma og sinti
- fólk við breki
- politisk mótstøðufólk
- samkyndir menn
- Jehova vitni
Tíðarlinja
- Hitler verður ríkiskanslariÍ mars verður Dachau sett á stovn sum ein av fyrstu konsentratiónslegunum. Í juli verða allir aðrir flokkar bannaðir.
- NürnberglógirnarJødar missa borgaraligu rættindini, og hjúnalag millum jødar og ikki-jødar verður bannað.
- KrystalnáttinSynagogur verða brendar og jødiskir handlar oyðilagdir. Umleið 30.000 jødiskir menn verða sendir í legur.
- Kríggið byrjarTýskland herjar á Pólland. Jødar verða noyddir inn í ghettoir.
- Hópskjótingar eystanfyriTýskland herjar á Sovjetsamveldið. Herdeildir og politistar skjóta jødar í hópatali.
- ChełmnoFyrsta týningarlegan, har fólk verða dripin við gassi.
- Wannsee-fundurin„Endaliga loysnin“ verður samskipað.
- TýningarlegurnarBełżec, Sobibór, Treblinka og Auschwitz-Birkenau. Flest ofrini verða dripin í hesum árunum.
- Auschwitz verður fríaðSovjetiskir hermenn finna umleið 7.000 fangar, sum eru eftir. Í dag er dagurin altjóða minnisdagur.
- Kríggið endar í Evropa
Uppgávur
Stig fyri stig
Pør · 20 min.- Skriva tíðarlinjuna av á eitt ark við tínum egnu orðum.
- Lita tey stigini, har jødar mistu rættindi, og tey, har teir vórðu dripnir.
- Hvat hendi fyrst – og hví er tað týdningarmikið?
Hugsanir, sum broyttu alt
Bólkar · 30 min.- Hvørjar hugsanir og hvørji virði vóru ráðandi í Nazi-Týsklandi?
- Vís við dømum úr tíðarlinjuni, hvussu hesar hugsanir fingu ávirkan á hendingarnar.
Var holocaust ætlað frá byrjan?
Skrivligt · 1 tími- Summir søgufrøðingar halda, at Hitler ætlaði týningina frá byrjan. Aðrir halda, at hon varð til stig fyri stig undir krígnum.
- Brúk tíðarlinjuna og Wannsee-fundin niðanfyri til at grundgeva fyri tínum sjónarmiði.
Krystalnáttin
Náttina millum 9. og 10. november 1938 oyðiløgdu nazistar og viðhaldsfólk teirra synagogur, handlar og heim hjá jødum í øllum Týsklandi, í Eysturríki og í Sudetalandi. Gravsteinar vórðu brotnir, og í minsta lagi 91 jødar vórðu dripnir. Umleið 30.000 jødiskir menn vórðu handtiknir og sendir í konsentratiónslegur.
Glasbrotini, sum lógu á gøtunum morgunin eftir, góvu náttini navnið Kristallnacht. Mong fólk vóru skakað, men fá søgdu nakað. Fyri nazistarnir vísti náttin, at teir kundu ganga enn longur.
Á heimasíðuni hjá USHMM (The United States Holocaust Memorial Museum) sigur Johanna Gerechter Neumann, hvussu hon minnist Krystalnáttina í Hamburg. Klippið er á enskum og varir umleið tveir minuttir: Hoyr Johonnu siga frá. Har er eisini eitt kort yvir Krystalnáttina.
Johanna minnist
Pør · 20 min.- Hvussu gomul var Johanna, tá ið Krystalnáttin var? (Hon er fødd í 1930.)
- Hví man hon minnast júst hesa hending so væl?
- Hvar fór húskið hjá Johonnu eftir Krystalnáttina?
- Hvør eigur heimasíðuna, har Johanna sigur frá?
- Hvønn týdning hevur tað, at vanlig fólk siga frá, og at minnini verða gjørd atkomulig fyri onnur?
- Hvørji søvn í Føroyum varðveita tað, sum fólk hava upplivað?
Wannsee-fundurin
Í einari villu við vatnið Wannsee í Berlin savnaði Reinhard Heydrich, sum leiddi trygdartænastuna hjá SS, høgt standandi embætisfólk úr ráðharrastovunum, flokkinum og SS. Tilsamans vóru 15 menn á fundinum. Adolf Eichmann skrivaði gerðabókina. Á fundinum varð samskipað, hvussu „endaliga loysnin“ skuldi verða framd.
Í gerðabókini rokna teir við 11 milliónum jødum í Evropa – eisini í londum, sum Týskland ikki hevði hersett, sum Bretlandi og Svøríki. Drápini vóru longu byrjað, men eftir fundin vórðu tey skipað um alla Evropa. At gerðabókin er varðveitt, er ein orsøk til, at vit vita so nógv um ætlanina.
Týski spælifilmurin Die Wannseekonferenz (Matti Geschonneck, 2022) fylgir fundinum minutt fyri minutt. Í danska poddvarpinum Kampen om historien tosa søgufrøðingar um, hvussu filmurin lýsir fundin. Fundurin er eisini gjørdur til týskan sjónvarpsfilm (1984) og til Conspiracy (BBC og HBO, 2001).
Uppgávur til filmin
Fundurin
Undan og undir filminum- Hvørji eru fólkini, sum eru boðin á fundin?
- Hvussu er støðan hjá Týsklandi í krígnum um hetta mundið?
- Hvat merkir die Endlösung?
- Hvussu nógvir jødar eru í Týsklandi og í teimum londum, sum Týskland hevur hersett?
Orð skapa veruleika
Eftir filmin- Hvørji orð verða brúkt um jødar á fundinum?
- Skiftið orð um setningin „orð skapa veruleika“.
- Síggja vit myndir úr legunum í filminum? Hví man leikstjórin hava valt soleiðis?
- Vit fara ongantíð út úr húsinum. Hvørja ávirkan hevur hetta?
Tvey menniskjasýni
Bólkar · 30 min.- Greiðið frá menniskjasýninum hjá Friedrich Wilhelm Kritzinger og Rudolf Lange.
- Hvussu kann eitt væl skipað fundarhald gera hópmorð til eina „uppgávu“?
- Skriva eitt stutt ummæli av filminum.
Anna Frank
Anna Frank var fødd í Frankfurt í 1929. Familjan flýddi til Amsterdam, tá ið nazistarnir komu til valdið. Í juli 1942 fjaldu tey seg í einum bakhúsi aftan fyri arbeiðsstaðið hjá pápanum. Í august 1944 vórðu tey funnin og send fyrst til Westerbork og síðan til Auschwitz.
Anna og systirin Margot vórðu seinni fluttar til Bergen-Belsen. Har doyðu tær av tyfus í februar 1945, bert nakrar vikur áðrenn legan varð fríað. Anna var 15 ára gomul. Av teimum átta, sum høvdu fjalt seg, var pápin, Otto Frank, einasti, sum yvirlivdi.
Dagbókin hjá Onnu er givin út á meira enn 70 málum, eisini á føroyskum. Hon er eitt av týdningarmestu vitnunum um holocaust, tí Anna dugdi so væl at eygleiða og skriva. Les meira hjá Anne Frank Huis.
Eitt vitni
Flokskjak · 30 min.- Hvønn týdning hevur tað at hava eygnavitni, sum duga at siga frá, tá ið nakað álvarsamt er hent?
- Hvør er munurin á keldum frá fyrstu hond og keldum, sum onnur siga víðari?
- Kann ein søga verða broytt til fyrimuns fyri tann, sum sigur hana?
- Hví er tað týdningarmikið, at vit kenna søguna?
Auschwitz-Birkenau
Í 1940 settu nazistarnir konsentratiónslegu á stovn í Oświęcim, sum teir kallaðu Auschwitz, stutt vestan fyri Kraków í Póllandi. Fyrstu fangarnir vóru pólsk politisk mótstøðufólk. Tríggjar kilometrar burturi bygdu teir Birkenau, sum varð størsta týningarlegan. Jarnbreytirnar kundu flyta fólk úr allari Evropa hagar.
Umleið 1,1 millión menniskju vórðu dripin í Auschwitz-Birkenau. Umleið ein millión av teimum vóru jødar. 27. januar 1945 komu sovjetiskir hermenn til leguna. Har funnu teir umleið 7.000 fangar, sum vóru eftir. Fáar vikur frammanundan høvdu SS-hermenn rikið tíggju túsundtals fangar avstað á deyðsmarsjir mót vestri.
Í juni 2015 vitjaði Pól Jespersen Auschwitz-Birkenau. Í ferðafrásøgnini sigur hann frá og vísir myndir. Ferðin varir 15 minuttir.
Sonderkommando
Í týningarlegunum vórðu jødiskir fangar noyddir at arbeiða við gasskømrunum og í líkbrenningarhúsunum. Teir vórðu kallaðir Sonderkommando. 7. oktober 1944 gjørdu teir uppreistur í Birkenau, og eitt líkbrenningarhús varð sett í brand.
Ungarski filmurin Sonur Saul (László Nemes, 2015) fer fram í Birkenau í oktober 1944. Hann vann Oscar-heiðurslønina sum besti filmur á øðrum máli enn enskum.
Til kjaks: Teir í Sonderkommando høvdu einki val. Hvussu kunnu vit tosa um teirra lagnu uttan at døma teir?
Lebensborn – onnur síða av rasupolitikkinum
Í desember 1935 setti SS-leiðarin Heinrich Himmler felagsskapin Lebensborn („lívsins kelda“) á stovn. Ætlanin var at fáa fleiri børn, sum nazistarnir mettu vera „arisk“. Ógiftar kvinnur, sum vóru góðkendar sum „rasureinar“, kundu føða í loyndum á heimum hjá Lebensborn.
Heimini vóru í Týsklandi og í hersettum londum. Í Noregi vóru umleið tíggju heim, og eftir kríggið skrásettu norskir myndugleikar umleið 8.000 børn við týskum pápa. Undir krígnum vórðu børn eisini rænd í Póllandi og øðrum londum, fyri at tey skuldu vaksa upp sum týsk. Hvussu nógv, veit eingin við vissu, tí nógv skjøl vórðu oyðiløgd. Metingarnar eru frá umleið 20.000 upp í 200.000.
Tvær síður av sama peninginum
Flokskjak · 20 min.- Hald holocaust og Lebensborn upp hvørt ímóti øðrum. Hvat hava tey sama?
- Hvat framtíðarsamfelag sóu nazistarnir fyri sær?
- Hvussu man tað hava verið at vaksa upp sum Lebensborn-barn eftir kríggið?
Frá orðum til dráp
MálNæmingurin kennir tey tíggju stigini hjá Gregory Stanton og kann vísa á, at fólkadráp byrjar við orðum og útihýsing – og at tað er her, man kann steðga tí.
Amerikanski granskarin Gregory Stanton stovnaði felagsskapin Genocide Watch. Í 1996 legði hann fram eitt skema við átta stigum, sum koma aftur í fólkadrápum í søguni. Í 2012 legði hann tvey stig aftrat. Trýst á eitt stig.
Stigini koma ikki altíð í raðfylgju. Fleiri kunnu fara fram í senn. Tey fyrstu stigini – „vit og tey“, happing og útihýsing – kunnu vit síggja í okkara egna gerandisdegi.
Uppgávur
Tey tíggju stigini
Flokskjak · 20 min.- Tosið um tey tíggju stigini. Hvat merkir hvørt stig?
- Takið jødarnar undir krígnum sum dømi. Finnið eitt dømi fyri hvørt stig.
- Hjálpa stigini okkum at skilja, hvussu tað kundi henda?
Heim í flokkin
Bólkar · 20 min.- Hugsið tykkum eina tilgongd við útihýsing og happing í einum flokki.
- Hvørji av teimum fyrstu stigunum kenna tit aftur?
- Kann vitanin um stigini hjálpa okkum at forða fyri útihýsing og happing? Hvat kann ein og hvør gera?
Eitt amboð – ikki ein sannleiki
Skrivligt · ½ tími- Brúkið tey tíggju stigini á eitt av fólkadrápunum í teiginum Onnur fólkadráp.
- Hvar passa stigini, og hvar passa tey ikki?
- Hvørjir eru veikleikarnir við at nýta eitt slíkt skema?
„Ein dagin verða tey brúkt til fólkamorð“
Í Ruanda stóð í samleikaskjalinum hjá øllum, um tey vóru hutu, tutsi ella twa. Belgia, sum ráddi yvir landinum, hevði tikið skjølini í nýtslu í 1930-árunum.
Í 1988 gjørdi Gregory Stanton eina kanning fyri ruandiska dómsmálaráðið. Sjálvur sigur hann, at hann tá bað forsetan, Juvénal Habyarimana, gera nýggj samleikaskjøl uttan upprunan. „Ein dagin verða tey brúkt til fólkamorð,“ segði hann. Forsetin svaraði ikki. Seks ár seinni, í 1994, steðgaðu morðingarnir fólki við vegspjarrar og drupu tey, sum høvdu orðið „tutsi“ í skjalinum.
Hetta er stig 2 í skemanum: at gera ímyndir.
Vejen til folkedrab
Í savninum hjá Námi er danska bókin Vejen til folkedrab – før, under og efter Holocaust. Bókin er bygd á tey tíggju stigini hjá Stanton. Hon viðger holocaust og fólkadrápini í Armenia, Kambodja, Ruanda og Srebrenica.
Bókin vísir á, at í øllum førunum vórðu ofrini forfylgd fyri nakað, tey vóru – ikki fyri nakað, tey høvdu gjørt. Hon sigur eisini, at meira enn 100 milliónir menniskju vórðu dripin í fólkadrápum í 1900-árunum. Tað er ein meting. Granskarar koma til ymisk tøl, alt eftir, hvørjar hendingar teir rokna við.
Hví er tað so torført at telja?
- Gerningsfólkini oyðileggja ofta skjøl og prógv.
- Ikki øll eru samd um, hvørjar hendingar eru fólkamorð.
- Summi doyggja beinleiðis, onnur av svongd og sjúku.
- Tí verða tøl ofta givin sum eitt spenni, til dømis „frá 600.000 upp í 1,5 milliónir“.
Propaganda og keldukritikkur
MálNæmingurin kann kenna aftur eyðkenni fyri propaganda, meta um kelduvirði og vísa á dømi, har søgan verður nýtt og misnýtt.
Nazistarnir høvdu sítt egna propagandaráðharraembæti undir leiðslu av Joseph Goebbels. Bløð, útvarp, filmar, plakatir og skúlabøkur skuldu fáa fólk at hugsa tað sama. Jødar vórðu lýstir sum ein vandi, sum fíggindar og sum skaðadýr.
Propaganda virkar ikki, tí at fólk eru býtt. Hon virkar, tí at hon talar til kenslur – ótta, vreiði og longsil eftir at hoyra til – og tí at sami boðskapur verður endurtikin aftur og aftur, til hann tykist sjálvsagdur.
Í dag kemur boðskapur til okkara á telefonini, ofta uttan at vit vita, hvør stendur aftanfyri. Tí eru somu spurningar líka viðkomandi nú sum í 1930-árunum.
Fimm spurningar til eina keldu
Keldukritikkur- Hvør hevur gjørt hana – og nær?
- Hvørjum er hon ætlað?
- Hvat vil hon fáa meg at hugsa ella gera?
- Hvørjar kenslur talar hon til?
- Hvat verður ikki sagt?
Fimm eyðkenni fyri propaganda
- Vit og teyFólk verða býtt í ein góðan og ein óndan bólk.
- Ein syndabukkurEin bólkur fær skyldina fyri øllum trupulleikum.
- Kenslur fram um faktaÓtti og vreiði taka plássið frá grundgevingum.
- EndurtøkaSami einfaldi boðskapur aftur og aftur.
- Eingin onnur røddOnnur sjónarmið verða tagnaði ella hædd.
Uppgávur
Kenn eyðkennini aftur
Pør · 20 min.- Finnið eina lýsing ella ein boðskap á netinum, sum roynir at fáa tykkum at gera okkurt.
- Hvørji av teimum fimm eyðkennunum síggja tit? Hvørji síggja tit ikki?
Ein plakat frá 1930-árunum
Bólkar · 30 min.- Finnið eina nazistiska plakat hjá USHMM.
- Svarið teimum fimm spurningunum til keldur.
- Hví kundi plakatin virka á fólk tá?
Søgan misnýtt
Skrivligt · 1 tími- Hvat er holocaust-nokting, og hvørji háttaløg verða nýtt?
- Hví kann tað vera vandamikið at samanbera alt við nazismu?
- Grundgev við keldum fyri, hvussu vit kunnu vísa nokting aftur.
Í 1943 vórðu umleið 470 danskir jødar sendir til ghettoina Theresienstadt í Kekkia. Í juni 1944 sluppu umboð fyri Reyða Krossin, eisini úr Danmark, at vitja. Nazistarnir høvdu fagrað leguna, og um summarið gjørdu teir ein propagandafilm har. Børnini spæla í sangleikinum Brundibár, ganga í skúla og fáa mat.
Veruleikin var ein annar. Stutt eftir upptøkurnar vórðu nógv av teimum, sum vóru við í filminum, eisini leikstjórin Kurt Gerron, send til Auschwitz og dripin. Brotið er úr danska heimildarfilminum Theresienstadt – danske børn i nazistisk fangenskab og er á donskum.
Uppgávur
- Hvat sæst í propagandafilminum? Hvat sæst ikki?
- Hvørjum var filmurin ætlaður?
- Hvat er endamálið við propaganda?
Bar kongurin gula stjørnu?
Í USA er ein væl umtókt søga um, at danski kongurin, Christian 10., bar gula jødastjørnu, tá ið nazistarnir kravdu, at jødar í Danmark skuldu bera hana. Søgan sigur eisini, at allir danir gjørdu sama. Amerikanska holocaustsavnið, USHMM, sigur, at hetta er ein myta. Danskir jødar vórðu ongantíð noyddir at bera gula stjørnu.
Søgur, sum hava eitt vet av sannleika, kunnu ætt eftir ætt verða til góðar og lærandi myndir. Men tær kunnu eisini fjala tað, sum veruliga hendi. Ein slík bók er Søgan hjá Eriku. Lesið hana upp í flokkinum.
Søgan hjá Eriku
Ein tími- Fyri hvørjum verður søgan søgd? Hvør sigur hana?
- Hvønn týdning hava familja og ættarbond í søguni?
- Hví halda vit fast við søgur sum hesa um kongin?
- Hvussu kunnu vit kanna, um ein søga er sonn?
Tá ið onkur sigur, at tað ikki hendi
Nokting er seinasta stigið hjá Stanton. Holocaust-noktarar siga, at drápini ikki hendu, ella at tey vóru nógv minni. Tað finnast fleiri prógv um holocaust enn um nærum nakra aðra hending í søguni: skjøl frá gerningsfólkunum sjálvum, myndir, filmar, legurnar og vitnisburðir frá túsundtals fólkum, sum yvirlivdu.
Bretski rithøvundurin David Irving stevndi í 1996 amerikanska søgufrøðinginum Deborah Lipstadt, tí hon hevði kallað hann holocaust-noktara. Í 2000 tapti hann málið í London. Dómarin staðfesti, at Irving hevði givið eina skeiva mynd av søguni við vilja.
12. oktober 2020 kunngjørdi Mark Zuckerberg, at Facebook fór at banna innihald, sum noktar ella skeivlýsir holocaust. Í 2018 hevði hann sagt, at slík innlegg ikki skuldu takast burtur. Hann grundgav fyri broytingini við, at antisemitisman var vaksin.
Frælsi og ábyrgd
Kjak · 30 min.- Hvønn týdning hava sosialir miðlar í tínum gerandisdegi? Spyr eisini foreldur og lærarar.
- Kannið, hvørjar reglur Facebook og aðrir miðlar hava um holocaust-nokting í dag.
- Fyrireikið eitt kjak: fría orðið móti banni við nokting.
- Hvussu kann ein vísa nokting aftur uttan at spreiða hana enn meira?
Var norska mótstøðurørslan antisemitisk?
Í Noregi hevur verið kjak um, hvussu tað bar til, at so nógvir norskir jødar endaðu í týningarlegunum. Tíðindakvinnan Marte Michelet skrivaði í bókini Hva visste hjemmefronten? (2018), at norska mótstøðurørslan visti meira, enn hon segði. Tríggir søgugranskarar svaraðu, at hon hevði skeivt.
Á Snar er ein undirvísingargongd í keldukritikki um kjakið til søgu og samtíð og samfelagsfrøði.
Til kjaks
- Hvør sleppur at skriva ta søgu, sum vit læra í skúlanum?
- Kann ein søga vera rættari enn ein onnur, hóast hon er um somu hendingar?
- Finnið føroysk dømi um, at granskarar eru ósamdir um hetjur í søguni.
Gerningsfólk, áskoðarar og bjargarar
MálNæmingurin kann greiða frá ymsu leiklutunum í einum fólkadrápi og umrøða ábyrgdina, ein og hvør hevur av medmenniskjum sínum.
Eitt fólkadráp krevur ikki bert fá gerningsfólk. Tað krevur eisini, at nógv fólk hyggja burtur. Men tað vóru eisini fólk, sum valdu at hjálpa.
Gerningsfólk
Tey, sum skipaðu og framdu drápini – frá leiðarunum til skrivstovufólk og hermenn.
Áskoðarar
Tey flestu. Tey sóu ella vistu, men gjørdu einki – av ótta, líkasæla ella fyri egnan vinning.
Bjargarar
Tey, sum hjálptu – ofta við vanda fyri egnum lívi. Yad Vashem heiðrar tey sum „Rættvís millum tjóðirnar“.
Ofrini
Menniskju við nøvnum, familjum og dreymum – ikki bert tøl.
Danskir jødar í oktober 1943
Tá ið tað spurdist, at nazistarnir ætlaðu at handtaka jødarnar í Danmark, fingu teir ávaring. Fiskimenn, læknar, lesandi og vanligir grannar hjálptu teimum at fjala seg og sigla yvir Øresund til Svøríkis.
Umleið 470 vórðu handtiknir og sendir til Theresienstadt. Flest teirra yvirlivdu. Umleið 120 danskir jødar lótu lív undir holocaust.
Hví eydnaðist tað í Danmark? Granskarar nevna, at grannar og myndugleikar ikki sóu jødar sum „tey hini“, at Svøríki tók ímóti teimum – og at nógv fólk valdu at gera okkurt.
Uppgávur
Hvat fær ein áskoðara at gera okkurt?
Flokskjak · 20 min.- Hví valdu tey flestu at gera einki?
- Hvat fekk summi at hjálpa?
- Hvussu kann ein áskoðari í skúlagarðinum gerast ein bjargari?
Ein bjargari
Einstaklingur · 1 tími- Finn søguna um ein „Rættvísan millum tjóðirnar“ á yadvashem.org.
- Greið flokkinum frá: Hvør var hon ella hann, og hvat gjørdi hon ella hann?
Hví drepa vanlig fólk?
Bólkar · 1 tími- Hvør bólkur lesur eitt av ástøðunum niðanfyri.
- Greiðið einum floksfelaga frá, sum hevur lisið eitt annað.
- Kjakist: Hvat fær fólk at fremja slíkar gerningar?
Tríggir stuttfilmar
Nám hevur gjørt tríggjar stuttfilmar, har føroyingar siga frá. Nazistarnir drupu umleið 250.000 fólk við breki, og túsundtals samkyndir menn vórðu sendir í legur. Dachau var ein av teimum fyrstu konsentratiónslegunum.
Uppgávur
- Hvørja vitan hevur Tóra við sær, tá ið hon fer inn í týningarlegurnar?
- Hvat er ein protesa?
- Greið frá setningunum „tað kundi verið eg“ og „tað kundi verið tú“. Hvørja ávirkan hava teir?
- Skriva eitt ummæli av stuttfilminum.
Uppgávur
- Hvørji eru ørindini hjá Peturi Rouch í München?
- Hvørja ávirkan hevur tað, at ein mynd av soninum sæst í endanum? Hevði ávirkanin verið hin sama, um sonurin ikki varð nevndur?
- Skriva eitt ummæli av stuttfilminum.
Uppgávur
- Hvussu langt minnast fólk flest, tá ið søgan ikki er skrivað?
- Hvønn týdning hevur tað fyri eina gamla søgu, at prógv eru fyri tí, sum sagt verður?
- Hvat brúkar Maigun Solmunde fyri at undirbyggja søguna, so vit kunnu líta á hana?
- Skriva eitt ummæli av stuttfilminum.
Gerandishetjan
Viktor Frankl (1905–1997) var ein sálarfrøðingur úr Wien, sum yvirlivdi fleiri legur. Í bókini Man’s Search for Meaning skrivar hann, at alt kann takast frá einum menniskja uttan eitt: at velja sær sín hugburð í hvørji støðu sum helst.
Ofta verður sagt, at Frankl skrivaði, at „millum ávirkan og svar er eitt rúm“. Tey orðini finnast ikki í bókum hansara, sigur Viktor Frankl-stovnurin í Wien. Ein góð áminning um at kanna keldur.
Í tilfarinum Hetja hjá Námi eru fleiri frágreiðingar, dømi og uppgávur um, hvussu vit menniskju bera okkum at hvørt móti øðrum.
Ein gerandishetjugerð
Pør · 1 tímiVeljið eina gerandishetjugerð, sum kennist ótespilig, men ikki er vandamikil. Leggið eina ætlan fyri, hvussu, hvar og nær tit fremja hana. Hugsið um hesar forðingarnar:
- Onkur annar hjálpir nokk. Ábyrgdin spjaðist í einum bólki. Kanska ert tú tann fyrsti, sum byrjar.
- Hvat hugsa hini? Hini leggja als ikki so væl merki til teg, sum tú heldur.
- Hini gera einki, so alt er nokk í lagi. Finn sjálv ella sjálvur út av, hvat fer fram.
- Eg havi ikki tíð. Steðga á og tak eina grundaða avgerð.
- Tað er torført. Finn ein at hjálpa tær at hjálpa.
Tríggir granskarar Miðnám
Hví fremja vanlig fólk hópdráp? Tríggir granskarar svara ymiskt.
Hannah Arendt
„Óndskaparins banalitet“
Adolf Eichmann var ikki eitt ódjór, men ein óhugnaliga vanligur maður, sum fylgdi boðum og gavst at hugsa. Tá ið tankarnir „frysta“, er lætt at fáa menniskju at fremja óndskap.
Les meira
Hannah Arendt var ein jødisk-týskur heimspekingur, sum flýddi undan Hitler og endaði í USA í 1941. Í 1961 fylgdi hon við rættarmálinum móti Adolfi Eichmann í Ísrael. Eichmann hevði skipað, hvussu tokini fluttu jødar til týningarlegurnar.
Arendt metti, at Eichmann ikki var eitt ódjór, men ein vanligur skrivstovumaður, sum gjørdi eftir boðum og ikki hugsaði um avleiðingarnar. Hetta kallaði hon „óndskaparins banalitet“. Tá ið vit lata myndugleikar siga okkum, hvat er rætt og skeivt, í staðin fyri at hugsa sjálv, verður tað lætt at fremja óndskap.
Kjak: Seinni gransking vísir, at Eichmann var ein sannførdur antisemittur, sum sjálvur tók stig. Mangir søgufrøðingar halda tí, at Arendt metti hann ov vægiliga.
Christopher R. Browning
„Vanligir menn“ – bólkatrýst og lýdni
Politistarnir í herdeild 101 høvdu eitt val. Flestir drupu kortini – ikki av hatri, men tí at teir ikki vildu skilja seg út frá bólkinum.
Les meira
Í bókini Ordinary Men (1992) kannaði Browning eina týska politiherdeild við umleið 500 monnum, sum skutu jødar í Póllandi. Mennirnir vóru ikki ungir nazistar, men vanligir, miðaldrandi menn.
Teir kundu sleppa undan – eingin varð revsaður fyri at nokta. Kortini drupu flestir. Umleið 10–20 % noktaðu ella fóru undan. Browning metir, at bólkatrýst og lýdni móti myndugleikum vóru høvuðsorsøkirnar.
Kjak: Browning nýtir millum annað royndirnar hjá Stanley Milgram um lýdni. Hin kenda fongslisroyndin hjá Philip Zimbardo er seinni nógv kritiserað.
Daniel J. Goldhagen
„Týnandi antisemitisma“
Vanligir týskarar vórðu ikki noyddir – teir vildu drepa jødar, tí jødahatur var ein sjálvsøgd partur av týskari mentan.
Les meira
Í bókini Hitler’s Willing Executioners (1996) svaraði Goldhagen Browning. Hann kannaði somu keldur, men kom til aðra niðurstøðu: Gerningsmenninir drupu, tí at teir hataðu jødar. Antisemitisman í Týsklandi var vorðin „týnandi“ – jødar skuldu burtur.
Kjak: Bókin seldist væl, men flestu søgufrøðingar kritiseraðu hana fyri at gera „týskarar“ til ein bólk við somu hugsan.
Onnur fólkadráp í søguni
MálNæmingurin kann samanbera fólkadráp úr ymiskum tíðum og londum og síggja søguna úr ymiskum sjónarhornum.
Holocaust er ikki einasta fólkadrápið. Her eru seks, hvørt við tilfari, filmum og uppgávum. Trýst á eitt kort fyri at fara til tilfarið.
Namibia: herero og nama
Týska hjálandaveldið rak herero- og nama-fólkini út í oyðimørkina og í legur.
Armenia
Ottomanska ríkið rak armenar úr heimum sínum í deyðsmarsjir og hópdráp.
Ukraina: Holodomor
Undir Stalin tók Sovjetsamveldið kornið frá bóndunum, og ein hungursneyð rakti Ukraina.
Kambodja
Reyðu Khmerarnir vildu skapa eitt bóndasamfelag uttan býir, pening og skúlar.
Ruanda
Á umleið 100 døgum drupu hutu-ekstremistar tutsar og hutuar, sum vóru ímóti.
Bosnia: Srebrenica
Í juli 1995 drupu bosnisk-serbiskar herdeildir bosniakiskar menn og dreingir í Srebrenica.
Uppgávur
Eitt land á kortinum
Bólkar · 30 min.- Hvør bólkur fær eitt av teimum seks fólkadrápunum.
- Finnið landið á kortinum og gerið eina stutta framløgu: Nær, hvør og hví?
Líkt og ymiskt
Pør · 30 min.- Veljið tvey fólkadráp og samanberið tey við holocaust.
- Hvat er líkt? Hvat er ymiskt?
- Hvørji av stigunum hjá Stanton síggja tit?
Hví ikki altíð „fólkamorð“?
Skrivligt · 1 tími- Hví eru granskarar og lond ikki samd um Armenia og Holodomor?
- Hvønn týdning hevur tað, um ein hending verður kallað fólkamorð – og fyri hvønn?
Herero og nama
Í núverandi Namibia, sum tá var týskt hjáland, gjørdu herero- og nama-fólkini uppreistur í 1904. Týski herurin rak tey út í oyðimørkina Omaheke, og herforingin Lothar von Trotha gav boð um, at ongir herero skuldu sleppa aftur. Tey, sum yvirlivdu, vórðu sett í legur.
Mett verður, at umleið 65.000 herero og umleið 10.000 nama lótu lív – meginparturin av báðum fólkunum. Armenska fólkadrápið verður ofta kallað tað fyrsta í 1900-árunum, men hetta var fyrr. Í 2021 viðurkendi Týskland, at tað var fólkamorð.
Hjálandið
Pør · 20 min.- Finn Namibia á kortinum. Hvørji lond í Evropa høvdu hjálond í Afrika um ár 1900?
- Hví man tað hava tikið meira enn 100 ár, áðrenn Týskland viðurkendi fólkamorðið?
Armenska fólkadrápið
Armenar høvdu búð í Anatolia í túsundtals ár. Í 1915, undir fyrra heimsbardaga, byrjaði ottomanska stjórnin at reka teir úr heimum sínum. Stjórnin helt, at kristnu armenarnir hildu við Russlandi, sum ríkið var í kríggi við. Menn vórðu skotnir, og kvinnur, børn og gomul fólk vórðu rikin á deyðsmarsjir út í sýrisku oyðimørkina.
Metingarnar eru frá umleið 600.000 upp í hálvaannan millión deyð. Fleiri enn 30 lond, teirra millum Týskland og USA, kalla tað fólkamorð. Turkaland, sum er arvingi Ottomanska ríkisins, viðurkennir, at nógv armenar doyðu, men noktar, at tað var fólkamorð.
Armenia varð í 301 fyrsta landið, sum gjørdi kristindómin til almennan átrúnað, sigur siðvenjan. Í dag búgva umleið 3 milliónir fólk í landinum, men fleiri armenar búgva uttanlands.

Uppgávur
- Finn Armenia og Turkaland á kortinum. Hvar liggur Konstantinopel (Istanbul)?
- Hví man ein romantiskur spælifilmur fáa fleiri at vita um eitt fólkadráp enn ein lærubók?
- Hvat er gott og hvat er vandamikið við at læra søgu av spælifilmum?
Holodomor
Holodomor merkir „at drepa við svongd“. Í 1932–1933 var hungursneyð í fleiri pørtum av Sovjetsamveldinum. Í Ukraina og í Kuban, har nógvir ukrainarar búðu, var hon verst. Stjórnin undir Josef Stalin kravdi alsamt meira korn, tók eisini annan mat frá bóndunum og setti bygdir, sum ikki megnaðu krøvini, á ein svartan lista. Í januar 1933 fingu bøndurnir ikki loyvi at fara úr Ukraina at leita sær eftir mati.
Granskarar meta, at umleið 3,5–5 milliónir doyðu í Ukraina. Ukraina og nógv onnur lond kalla tað fólkamorð, og Evropaparlamentið gjørdi tað sama í 2022. Granskarar eru ikki samdir um, hvørt ætlanin var at týna ukrainarar sum fólk, ella um hungursneyðin var ein partur av einum harðrendum politikki móti bóndum.
Gareth Jones og Mr. Jones
Walisiski tíðindamaðurin Gareth Jones (1905–1935) var í februar 1933 fyrsti útlendski tíðindamaðurin, sum flaug saman við Hitler. Í mars sama ár gekk hann uttan loyvi gjøgnum bygdir í Ukraina. Aftur í Berlin skrivaði hann um hungursneyðina. Sovjetiska stjórnin noktaði, og eisini kendir vesturlendskir tíðindamenn søgdu, at hann hevði skeivt.
Spælifilmurin Mr. Jones (Agnieszka Holland, 2019) sæst á Filmstriben undir danska heitinum Den sorte jord. Rita inn við lánarakorti frá bókasavninum. Í filminum møtir Jones George Orwell, sum skrivaði Animal Farm (1945), men tað er ikki prógvað, at teir báðir nakrantíð hittust.
Uppgávur
- Hvat merkir „holodomor“?
- Greið frá, hvat Lenin gjørdi.
- Hvat merkja orðini sovjet, bolsjevikkur og kulakkur?
- Hvønn týdning fekk korn sum politiskt amboð? Hvat er planbúskapur?
- Hvør eigur matin fyrst í 1930-árunum? Sleppa bøndurnir at flyta, tá ið jørðin einki gevur?
- Hvussu nógv doyggja í Ukraina hesa tíðina? Var hetta fólkamorð?
Uppgávur
- Hvør skapti hungursneyðina? Hvussu verður Stalin lýstur?
- Hvussu knýtir Hanus Holodomor saman við holocaust?
- Hvønn týdning fær ukrainska kornið? Hvat er „Lovaða landið“, sum Hanus nevnir?
- Hvat varð gjørt við mótstøðufólk?
- Hvørji ráð hevur Hanus at enda, so vit kunnu sleppa undan fólkamorðum?
Uppgávur
- Hvørji amboð brúkar Tóra til at skilja „tað, sum hendir“?
- Hvat er ein syndabukkur, og hvønn týdning hevur hann fyri tann einstaka og fyri bólkin?
- Hvussu býtir Tóra heilan upp í ymsar partar?
- Hvønn týdning hevur bólkurin, sum hin einstaki er í? Hvat er bólkafákunna?
Uppgávur
- Hvør var Gareth Jones?
- Hvat merkir tað, at ein tíðindamaður hevur keldur frá fyrstu hond?
- Hvør var Stalin, og hvat gjørdi hann, sum elvdi til Holodomor?
- Hvussu verður Holodomor lýst í filminum? Hvat fáa børnini at eta?
- Hví royndi sovjetiska stjórnin at forða Jones í at skriva?
- Hvat er søga og hvat er uppspuni í filminum? Kanna eitt dømi.
Reyðu Khmerarnir
17. apríl 1975 tóku Reyðu Khmerarnir, leiddir av Pol Pot, høvuðsstaðin Phnom Penh. Teir tømdu býirnar og noyddu fólk út á bygdina at arbeiða. Peningur, skúlar og átrúnaður vórðu avtikin. Fólk, sum høvdu útbúgving, brillur ella kundu tosa eitt útlendskt mál, vóru í vanda.
Umleið 1,7 milliónir menniskju – umleið ein fjórðingur av fólkinum – doyðu av svongd, sjúku, tvingsilsarbeiði og avrættingum. Í fongslinum S-21 í Phnom Penh vórðu tey, sum vórðu skuldsett, pínd og dripin. Í januar 1979 tók vietnamski herurin høvuðsstaðin.
Ein dómstólur, sum ST stuðlaði, dømdi í 2018 tveir av leiðarunum, Nuon Chea og Khieu Samphan, fyri fólkamorð á vietnamar í Kambodja, og Nuon Chea eisini fyri fólkamorð á cham-fólkið, sum er muslimskt.
Uppgávur
- Hvat siga tey í filminum um søgu familjunnar?
- Hvussu kann eitt fólkadráp ávirka eftirkomarar mong ár seinni?
- Hvønn týdning hevur tað at hoyra søguna frá fólki, sum búgva her?
Fólkadrápið á tutsum
Ruanda var týskt og síðan belgiskt hjáland og gjørdist sjálvstøðugt í 1962. Belgia hevði skrivað upprunan – hutu, tutsi ella twa – í samleikaskjølini. Í mong ár høvdu hutu-ekstremistar spreitt hatur móti tutsum.
6. apríl 1994 varð flogfarið hjá forsetanum Juvénal Habyarimana skotið niður. Dagin eftir byrjaðu herurin og vápnaðir bólkar at drepa tutsar og hutuar, sum vóru ímóti. Útvarpsstøðin RTLM eggjaði til drápini og kallaði tutsar „kakerlakkar“. Friðarliðið hjá ST varð minkað í staðin fyri at verða styrkt.
Á umleið 100 døgum vórðu umleið 800.000 menniskju dripin, sambært ST. Ruandiska stjórnin hevur talt meira enn eina millión. Drápini endaðu, tá ið RPF, ein herur, sum tutsar í útlegd høvdu skipað, vann á í juli 1994.
Rættarmál í dag
Altjóða dómstólurin fyri Ruanda dømdi í 1998 fyrsta mann í søguni fyri fólkamorð eftir sáttmálanum frá 1948. Rættarmál verða framvegis førd í øðrum londum.
Í juni 2023 dømdi ein dómstólur í París Philippe Hategekimana, sum var politistur í Ruanda og seinni gjørdist franskur borgari undir navninum Philippe Manier, til lívstíðarfongsul fyri fólkamorð og brotsverk móti menniskjaligheitini. Í desember 2024 staðfesti kærurætturin dómin. Les um dómin (á enskum).
- Hvat er fólkamorð (genocide), og hvat eru brotsverk móti menniskjaligheitini (crimes against humanity)?
- Hví verða rættarmál um 1994 førd í Fraklandi?
- Hvørji lond høvdu ræði á Ruanda, áðrenn landið gjørdist sjálvstøðugt?
Filmurin Hotel Rwanda
Terry George, sum er føddur í Belfast í 1952, gjørdi filmin Hotel Rwanda í 2004. Hann byggir á søguna hjá Paul Rusesabagina, sum var stjóri á Hôtel des Mille Collines í Kigali. Har fingu umleið 1.200 fólk skjól undir drápunum. Don Cheadle spælir Rusesabagina. Seinni hava summi, sum yvirlivdu á hotellinum, sagt, at filmurin ger meira úr leiklutinum hjá honum, enn hann var.
Filmurin sæst á Filmstriben. Hann er til hádeild og miðnám, og lærarin eigur at hyggja at honum fyrst.
Í donsku poddvarpsrøðunum Kampen om historien og Bakspejl er tilfar um Ruanda, sum lærarin kann brúka til at fyrireika seg.
Uppgávur til filmin
Eftir filmin- Hvønn søguligan týdning hevur Belgia havt í Ruanda?
- Kannið søguligu viðurskiftini millum hutu og tutsi.
- Hvat hendir við forsetanum í landinum?
- Hvønn leiklut hava Sameindu Tjóðirnar og heimspressan? Liva tey upp til okkara væntanir?
- Hevur tað nakran týdning, at leikstjórin er føddur í Belfast?
- Hvør skrivar eitt stutt ummæli av filminum.
Kríggið í Bosnia og Srebrenica
Tá ið Jugoslavia fór sundur, lýsti Bosnia-Hersegovina seg sjálvstøðugt í 1992. Í landinum búðu bosniakar (bosniskir muslimar), serbar og kroatar. Í krígnum 1992–1995 vildu partarnir hava sítt egna øki, har bert teirra fólk skuldu búgva. Hetta varð kallað etnisk reinsan. Umleið 100.000 fólk lótu lív, og meira enn tvær milliónir flýddu.
Í juli 1995 tóku bosnisk-serbiskar herdeildir undir leiðslu av Ratko Mladić býin Srebrenica, sum ST hevði gjørt til eitt „trygt øki“. Umleið 8.000 bosniakiskir menn og dreingir vórðu dripnir á fáum døgum. Altjóða dómstólurin fyri fyrrverandi Jugoslavia og ICJ (2007) hava staðfest, at tað var fólkamorð. Mladić og politiski leiðarin Radovan Karadžić eru dømdir til lívstíðarfongsul. Í 2024 gjørdu Sameindu Tjóðirnar 11. juli til altjóða minnisdag fyri fólkamorðið í Srebrenica.
Jugoslavia í stuttum
- 1918–1941: Kongaríkið Jugoslavia.
- 1945–1992: Sosialistiska Jugoslavia við seks lýðveldum. Josip Broz Tito leiddi landið, til hann doyði í 1980.
- 1991–1992: Slovenia, Kroatia, Makedónia og Bosnia-Hersegovina lýsa seg sjálvstøðug.
- 1992–2006: Serbia og Montenegro halda saman, frá 2003 undir navninum Serbia og Montenegro. Í 2006 verða tey tvey lond.
- 2008: Kosovo lýsir seg sjálvstøðugt. Serbia og fleiri onnur lond viðurkenna tað ikki.
- 2019: Makedónia tekur navnið Norðurmakedónia.

Uppgávur
- Hvat er eitt fólkadráp? Hvør stovnur setti sær fyri at forða fólkadrápum?
- Finn Bosnia á kortinum. Nær var kríggið?
- Hvussu var gamla Jugoslavia sett saman? Hvørjar eru avleiðingarnar í dag?
- Finn Srebrenica á kortinum. Hvat hendi har í 1995?
- Hvønn leiklut høvdu ST-hermenninir har?
- Greið frá teimum báðum hernaðarleiðarunum, sum verða nevndir.
Uppgávur
- Hvussu byrjar filmurin? Hvat ár er tað, og hvat mál tosa tey?
- Hvaðani flýddi Tanja? Hvat hoyra vit um pápa hennara?
- Hví flýddi familjan til Danmarkar? Hvat er Sandholm?
- Hvussu kendu tey seg, tá ið tey komu til Føroya? Hvat arbeiði fekk Tanja?
- Hvar er Eysturslavonia?
Uppgávur
- Hvør var uppgávan hjá Ottari í Bosnia, og hvat dró hann hagar?
- Hevði hann samband við fólkið á staðnum?
- Hvørji fólkasløg og hvønn átrúnað møtti hann?
- Hvørjar forðingar vóru, tá ið hann skuldi koyra frá einum staði til annað?
Uppgávur
- Hvar hoyrdi Regin um flóttafólkini? Hvussu nógv vóru tey?
- Hvønn týdning hevur arbeiði, tá ið tú flytur í annað land?
- Hvussu var støðan í Føroyum tá at fáa arbeiði og bústað?
- Hvat sigur Regin, at kríggj kann elva til?
Kúgan, sum ikki altíð verður kallað fólkamorð
Ikki øll hópdráp og øll kúgan verða kallað fólkamorð. Her eru tvey dømi, sum ofta verða umrødd. Kjakið um tey vísir, hví tað er týdningarmikið at skilja millum ein dóm, eina ákæru og eina meting (sí teigin Rættur og minni).
Skúlar fyri upprunafólk
Í Kanada vórðu umleið 150.000 børn hjá upprunafólki tikin frá familjunum og send í heimaskúlar, har tey ikki sluppu at tosa sítt egna mál. Í mai 2021 boðaði eitt upprunafólk frá, at radarmátingar við ein gamlan skúla í Kamloops vístu umleið 215 møguligar ómerktar gravir. Har er ikki grivið enn. Í 2015 kallaði sannleiksnevndin í Kanada skipanina „mentanarligt fólkamorð“.
Í Avstralia vórðu børn tikin frá upprunafólkinum. Filmurin Rabbit-Proof Fence (2002) byggir á søguna um mammuna hjá rithøvundinum Doris Pilkington Garimara. Eisini í Norðurlondum vórðu samisk børn send í heimaskúlar, har tey ikki sluppu at tosa samiskt.
Kjak: Hvørja makt kann ein skúlaskipan hava?
Tulsa 1921
31. mai og 1. juni 1921 lop ein hópur av hvítum borgarum á svørtu býlingina Greenwood í Tulsa, Oklahoma, og brendi hana. Talið á deyðum er ikki greitt. Í 2001 metti ein nevnd, sum Oklahoma setti, at umleið 100–300 vórðu dripin. Hendingin verður kallað eitt rasuhópdráp.
Kanna: Hví vórðu hendingarnar í Tulsa so leingi tagdar í hel?

Uppsløg um fólkadráp
Nám og Amnesty International, Føroya deild, gjørdu hesi uppsløgini um fólkadráp í 1900- og 2000-árunum. Tey kunnu frítt skrivast út. Tølini á uppsløgunum eru metingar. Trýst á myndina fyri at síggja hana stóra.
- Hvørji fólkadráp eru á uppsløgunum? Setið tey á eina tíðarlinju.
- Hvørji uppsløg lýsa Bosnia? Hvørjir vóru partarnir, og hvussu nógv flýddu?
- Tosið um orsøkirnar til og avleiðingarnar av kríggi. Hvør hjálp fæst til fólk, sum flýggja?
Rættur, rættindi og minni
MálNæmingurin kennir til mannarættindini og kann greiða frá, hvussu dómsvaldið skal tryggja rættindini hjá borgarunum – eisini altjóða.
Eftir kríggið vórðu nazistiskir leiðarar stillaðir fyri rætt í Nürnberg. Í fyrsta sinni var tað ikki nóg mikið at siga, at ein bert gjørdi eftir boðum.
Pólsk-jødiski løgfrøðingurin Raphael Lemkin, sum misti stóran part av familju síni í holocaust, skapti í 1944 orðið genocide – fólkamorð. Í 1948 samtyktu Sameindu Tjóðirnar sáttmálan um fólkamorð. Dagin eftir kom Altjóða mannarættindayvirlýsingin.
Fólkamorð merkir gerðir, framdar við ætlan um at oyðileggja ein tjóðskaparligan, etniskan, rasuligan ella átrúnaðarligan bólk – heilt ella partvíst. Tað er ætlanin, sum skilur fólkamorð frá øðrum brotsverkum.
- NürnbergrættarmáliniNazistiskir leiðarar verða dømdir fyri millum annað brotsverk móti menniskjaligheitini.
- Sáttmálin um fólkamorðFólkamorð verður brotsverk eftir altjóða lóg.
- MannarættindayvirlýsinginØll menniskju hava sama virði og somu grundleggjandi rættindi.
- Dómstólar fyri Jugoslavia og RuandaÍ 1998 fellur fyrsti dómurin fyri fólkamorð.
- Altjóða revsidómstólurin (ICC)Ein varandi dómstólur fyri tey grovastu brotsverkini.
- 27. januarST ger dagin til altjóða minnisdag fyri holocaust.
Hvør avger, um okkurt er fólkamorð?
Orðið „fólkamorð“ verður ofta brúkt í tíðindum og á sosialum miðlum. Men tað eru dómstólar, sum avgera tað – og tað tekur ofta nógv ár. Tí er gott at skilja millum tríggjar ymiskar lutir:
Ein dómstólur hevur kannað prógvini og avgjørt málið.
Onkur hevur lagt mál fyri ein dómstól. Málið er ikki avgjørt enn.
Ein granskari, ein felagsskapur ella eitt land hevur eina áskoðan.
Uppgávur
Mannarættindini
Pør · 20 min.- Lesið fimm greinir í mannarættindayvirlýsingini.
- Hvørjar greinir vórðu brotnar í holocaust?
- Hvørji rættindi og hvørjar skyldur hava tit sum borgarar í Føroyum?
Dómur, ákæra ella meting?
Bólkar · 30 min.- Finnið tvær tíðindagreinir, sum nýta orðið „fólkamorð“.
- Er talan um ein dóm, eina ákæru ella eina meting?
- Hvussu kunnu tit síggja tað?
Ábyrgd
Kjak · 30 min.- „Eg gjørdi bert eftir boðum.“ Hví varð tað ikki góðtikið í Nürnberg?
- Hvar gongur markið millum lýdni og ábyrgd?
Nürnberg
Frá 20. november 1945 til 1. oktober 1946 vórðu 22 nazistiskir leiðarar stillaðir fyri altjóða herrætt í Nürnberg. Tólv vórðu dømdir til deyða. Í ákæruni varð orðið genocide brúkt í fyrsta sinni í einum altjóða rættarmáli. Nazistaflokkurin hevði hildið sínar stóru flokksstevnur í Nürnberg fyri kríggið, og her vórðu Nürnberglógirnar samtyktar í 1935.
Benjamin Ferencz (1920–2023) var føddur í Transsylvania og vaks upp í USA. 27 ára gamal var hann høvuðsákærari í einum av seinni rættarmálunum í Nürnberg, móti leiðarunum fyri herdeildunum, sum skutu jødar í Eysturevropa. Hann doyði í 2023, 103 ára gamal, sum seinasti ákærarin úr Nürnberg.
Í bretska heimildarfilminum Getting Away with Murder(s) (David Wilkinson, 2021) tosar Ferencz um, at flestu gerningsfólkini ongantíð vórðu stillaði fyri rætt.
Býurin og rættarmálini
Bólkar · 30 min.- Finnið Nürnberg á kortinum. Finnið ein kendan persón úr søgu býarins.
- Hvat hendi í Nürnberg í 1935?
- Hví man býurin vera valdur til rættarmálini?
- Hvat varð úrslitið av rættarmálunum?
- Hví vórðu so fá gerningsfólk dømd? Hvat kann tað hava at siga fyri ofrini?
Lond, sum minnast saman
Í 1998 tók Göran Persson, forsætisráðharri í Svøríki, stig til eitt altjóða samstarv um at undirvísa í og minnast holocaust. Bill Clinton og Tony Blair stuðlaðu. Í dag eitur samstarvið The International Holocaust Remembrance Alliance (IHRA), og í 2025 vóru 35 lond limir.
1. november 2005 samtyktu Sameindu Tjóðirnar, at 27. januar skal vera altjóða minnisdagur fyri ofrini í holocaust. Í mai 2019 samtykti Løgtingið einmælt, at 27. januar eisini skal vera almennur minningardagur í Føroyum fyri holocaust og onnur fólkadráp. Les uppskotið til samtyktar (PDF).
Uppskotið í Løgtinginum
Pør · 30 min.- Lesið uppskotið. Hvør er grundgevingin hjá uppskotsstillaranum?
- Hvørji onnur fólkadráp verða nevnd?
- Hvat halda tit um samtykta uppskotið?
- Hví vilja ríkisleiðarar, at vit minnast holocaust? Kundi tað øvuta hugsast?
Filmar og bøkur
Bøkur og filmar, sum kunnu brúkast í undirvísingini. Flokssett og filmar kunnu lánast í savninum hjá Námi, og ritstjórnin á Snar kann eisini vegleiða. Hygg altíð sjálv ella sjálvur at filmum, áðrenn flokkurin sær teir.
Bøkur og flokssett
Hvíti fuglur
Julian fær søguna hjá ommu síni, Saru, sum sum ung genta í Fraklandi fjaldi seg fyri nazistunum. Drongurin Julien fjaldi hana. Flokssett í Námi.
Anna Frank – dagbókin
Dagbókin, sum Anna skrivaði í bakhúsinum í Amsterdam 1942–1944.
Jødatýningin
Um, hvussu jødar eru forfylgdir gjøgnum tíðirnar, serliga undir seinna heimsbardaga. Byggir á søguligar hendingar og frásagnir frá teimum, sum yvirlivdu.
Millum gráar skuggar
Í 1941 sendir sovjetiska trygdarløgreglan túsundtals fólk úr baltisku londunum til Sibir. Vit fylgja 15 ára gomlu Linu og familju hennara.
Um kríggj var í Norðurlondum
Ímynda tær, at kríggj er – ikki langt burturi, men í Evropa og í Føroyum. Tá ert tú flóttin. Lítla bókin, sum er sum eitt ferðapass, fæst sum flokssett í Námi.
Søgan hjá Eriku
Stutt myndabók um eitt lítið barn, sum varð kastað út úr einum toki á veg til eina legu. Góð at lesa upp. Sí uppgávurnar í teiginum Propaganda og keldur.
Drongurin í stríputum náttklæðum
Kend skaldsøga, sum eisini er filmur. Ávaring: Auschwitz-savnið mælti í 2020 frá at brúka bókina, tá ið man lærir søgu, tí hon gevur eina skeiva mynd av legunum. Brúk hana heldur til at kjakast um, hvat ein søga má og ikki má.
Drengen på Schindlers liste
Leon Leyson (1929–2013) var 9 ára gamal, tá ið Týskland herjaði á Pólland. Familjan búði í Kraków og varð noydd inn í ghettoina. Hann og foreldrini yvirlivdu, tí tey arbeiddu á verksmiðjuni hjá Oskari Schindler. Seinni undirvísti hann í 39 ár í Kalifornia. Bókin kom út í 2013, stutt eftir at hann doyði.
Filmar
Uppgávur
- Hví varð filmurin frá 1945 ongantíð vístur?
- Hvat kundi hent, um upptøkurnar aldri vóru komnar fram?
- Er tað etiskt í lagi at vísa slíkar myndir?
Uppgávur
Ein holocaust-yvirlivari er ein, sum yvirlivdi forfylgingina hjá nazistunum – í einari legu, í fjali ella á flótta. Býtið flokkin í bólkar, sum hvør fylgir einum persóni: Momo, Madame Rosa, Hamil, Lola, doktari Cohen og leikstjóranum Edoardo Ponti.
- Hvaðani er persónurin, og hvussu gamal er hann?
- Hvussu er støðan hjá persóninum nú?
- Hvat knýtir persónin at hinum í søguni?
Den største forbrytelsen (2020)
Um jødisku familjuna Braude í Oslo og um norsku politistarnar og embætisfólkini, sum hjálptu til, at norskir jødar vórðu sendir til Auschwitz. Byggir á bókina hjá Marte Michelet, sum vann Brageprísin í 2014.
Hvar er Anna Frank? (2021)
Kitty, hugsaða vinkonan hjá Onnu Frank, stígur út úr dagbókini í Amsterdam í dag og leitar eftir Onnu. Familjufilmur á enskum.
Undirvísingarupplegg á Snar
Life is Beautiful – fimm tímar, har næmingarnir millum annað skriva eitt bræv til leikstjóran.
Schindler’s List – fýra tímar.
Nie wieder Krieg – kríggj og sensur í myndlist hjá Käthe Kollwitz.
Holocaust og heavy rock – norrøn tekin, sum nazistarnir tóku til sín.
At undirvísa í einum torførum evni
Aldur og myndir
- Tilfarið er til 7. flokk og eldri.
- Síðan hevur ongar myndir av líkum ella harðskapi. Tær eru í Night Will Fall og Sonur Saul, sum bert eru til miðnám.
- Hygg sjálv ella sjálvur at filmum, áðrenn flokkurin sær teir.
Menniskju, ikki tøl
- Byrja við einstøkum lagnum – eitt navn, ein familja, ein dagbók.
- Ger ikki samanberingar, sum minka um nakrar ofrabólkar.
- Lat altíð ein útveg vera til tey, sum fáa ov nógv.
Tá ið næmingar spyrja um kríggj í dag
- Lurta – næmingar kunnu hava familju ella vinir, sum eru rakt.
- Brúka amboðini á síðuni: keldukritikk, tey tíggju stigini og munin á dómi, ákæru og meting.
- Skil millum fólk og stjórnir, og lat næmingarnar sjálvar grundgeva fyri sínum sjónarmiðum.
Námsætlanin og teigarnir
Tilfarið er gjørt eftir námsætlanunum fyri fólkaskúlan og miðnám. Talvan vísir, hvørjar ásetingar teigarnir arbeiða ímóti.
| Lærugrein | Ásetingar í námsætlanini | Teigar |
|---|---|---|
| Søga og samtíð 7.–10. flokkur | Tíðarskeiðið 1914–1989, ið fevnir um stríð millum hugsjónir … mannarættindi. 9. flokkur: við dømum at vísa á, hvussu ráðandi virði og hugsanir í ávísum tíðarskeiðum kunnu vera avgerandi fyri týðandi hendingarog at meta um og taka støðu til keldur og kelduvirði í ymsum miðlum. 10. flokkur: at vísa á dømi, har søgan verður nýtt og misnýtt. | 1 · 2 · 3 · 5 |
| Samfelagsfrøði 7.–9. flokkur | Kjarnaøkið „Fólkaræði og mannarættindi“: Næmingarnir eiga at kenna til mannarættindiniog leiklutin hjá dómsvaldinum. „Sosialir munir og integratión“: sosial inklusión og eksklusión. | 2 · 3 · 4 · 6 |
| Kristnikunnleiki og átrúnaður | At øll hava sama virði uttan mun til kyn, húðarlit, samfelagsligan ella mentanarligan arv, og at fata ta ábyrgd, menniskjað hevur av sær sjálvum og medmenniskjum sínum. | 2 · 4 |
| Søga í miðnámi A, B og C | Tíðarskeiðið 1914–1989, keldukritikkur, søgufatan og søgubrúk. Ástøðini um gerningsfólk og heimildarfilmurin Night Will Fall. | 1 · 3 · 4 · 5 · 6 · 7 |
Flokskjak til endans
Øll floksstig · 20–30 min.- Hvussu kundi holocaust henda?
- Hvat fær fólk at fremja – ella at tola – slíkar gerningar?
- Hvat kunnu vit hvør í sær gera, so at tey fyrstu stigini ikki fáa fótafestu?
27. januar í flokkinum
27. januar er altjóða minnisdagur fyri holocaust, og í Føroyum er hann eisini minningardagur fyri onnur fólkadráp (sí teigin Rættur og minni). Vilja tit minnast dagin í flokkinum, eru her nøkur hugskot:
- Eitt navn, ein søgaHvør næmingur finnur eitt offur í navnaskránni hjá Yad Vashem og lesur navnið og nakrar fáar upplýsingar upp.
- Eitt ljósTendrið eitt ljós og havið eina minnisløtu í flokkinum ella í skúlanum.
- Les ein vitnisburðLesið ein vitnisburð frá einum, sum yvirlivdi – til dømis úr dagbókini hjá Onnu Frank.
- Næmingar læra næmingarEldri flokkar gera eina framløgu um eitt av fólkadrápunum fyri yngri flokkum (ikki yngri enn 7. flokk).
Upptøkur frá fyrri árum
Frá 2020 til 2025 skipaðu Nám og Amnesty International, Føroya deild, eitt tiltak fyri skúlarnar hvønn 27. januar. Upptøkurnar kunnu framvegis brúkast. Tað, sum verður sagt um støðuna í heiminum tá, er ikki dagført.
- 2025Kambodja · Skúlin við Løgmannabreyt
- 2024Ruanda · Vestmanna skúli
- 2023Holodomor · Fuglafjarðar skúli
- 2022Armenia · Tvøroyrar skúli
- 2021Bosnia · Skúlin við Streymin
Allar upptøkurnar eru á YouTube-rásini Altjóða Holocaust dagur.
Keldur og víðari lesnaður
Genocide Watch: The Ten Stages of Genocide
Folkedrab.dk (á donskum)
ST: Altjóða mannarættindayvirlýsingin
ST: Sáttmálin um fólkamorð (1948) – un.org/genocideprevention
„Tað hendi, og tí kann tað henda aftur.“
Primo Levi, sum yvirlivdi Auschwitz