Franska Gujana
Franska Gujana
Einasta hjálandi, ið er eftir í Suðuramerika, er Franska Gujana, í mong ár kent fyri Devlaoynna, illa gitnu fangaleguna stutt úti fyri strondini. Nú er landið betur kent fyri at vera miðstøð fyri evropeiskar rúmdarverkætlanir. Búskaparliga er Franska Gujana fast knýtt at Fraklandi og fær meginpartin av inntøkum sínum haðan. Hetta hevur við sær, at húskorini eru ímillum tey bestu í Suðuramerika.
Mesta fólkið býr fram við strondini, so meginparturin av landinum er ónomin tropiskur regnskógur við ógvuliga nógvum og fjølbroyttum plantu- og dýralívi, har er t.d. oselotur, jaguarur, puma og satt skriðdýrameingi.
Fleiri enn 15.000 fólk búgva og starvast í Kourou, ið er rúmdarstøð hjá evropeiska rúmdarsambandinum (ESA). Haðan verða arianerakettir skotnar út í rúmdina við fylgisveinum og sondum.
Fólkið í Mið- og Suðuramerika
Málið, søgan og mentanin í Miðamerika og Suðuramerika hava sum heild røtur aftur í hjálandatíðina. Til 1492, tá ið Kristoffur Kolumbus kom til Bahamaoyggjar, búðu bara indiánar í hesum parti í heiminum. Men eftir tað fóru fólk úr Spania og Portugal at búseta seg har í stórum tali, og nógvir afrikanar vórðu fluttir hagar úr Afrika sum trælir, helst til Karibia og Brasil. Í Karibia settu eisini mangir onglendingar, fraklendingar og niðurlendingar búgv. Tí er fólkið í hesum heimsparti nógv blandað. Spanskt er vanligasta málið í meginlandinum, saman við portugisiskum í Brasil. Í Karibia eru enskt og franskt vanligari, og í Surinam er almenna málið niðurlenskt.
Fyrst í 16. øld fóru Spania og Portugal at taka sær hjálond í Miðamerika og Suðuramerika. Bæði londini sendu eisini trúboðarar at umvenda upprunafólkið til katólska trúgv. Spania tók stórar partar av meginlandinum, men Brasil, sum Portugal legði undir seg, gjørdist størsta landið og sterkast búskaparliga. Enn á døgum eru flestir suðuramerikanarar katolikkar.
Indiánarnir, ið kunnu lesa søgu sína aftur til indiánsk fólkasløg, sum búðu í Miðamerika og Suðuramerika, áðrenn niðursetufólkini úr Evropa komu hagar, eru nú bara 2% av fólkinum. Næststørsti fólkabólkurin eru fólk ættað frá afrikonsku trælunum, tey flestu búgva í Brasil og í Karibia. Í næstan øllum londum á meginlandinum eru fólk, sum eru blandað við indiánar og evropear, í meiriluta. Tey verða kallað mestitsar.
Sløk hundrað ár eftir, at spaniamenn komu til Suðuramerika, vóru 90% av indiánska fólkinum deyð. Høvuðsatvoldin var sjúkur, ið evropearar bóru við sær, til dømis pokur og meslingar. Indiánarnir høvdu ikki íborið mótstøðuføri ímóti hesum sjúkum, og teir flestu, ið vórðu smittaðir, doyðu. Nú á døgum eru indiánarnir í minniluta allastaðni uttan í Guatemala, har mangir mayaindiánar enn búgva í hálendinum, og á Andesháslættanum í Bolivia, har eftirkomarar inkafólksins búgva.
Flestu lond í Miðamerika og Suðuramerika hava ovurstóra uttanlandsskuld. Brasil er eitt av hesum londum, men skuldin er lutfalsliga lítil borin saman við inntøkurnar. Nikaragua skyldar nógv minni, men skuldin er átta ferðir so stór sum tjóðarinntøkan.
Í 20. øld vaks fólktalið nógv í heimspartinum, helst í Brasil og londunum fyri norðan. Men í flestu londunum lækkar burðartalið nú. Men av tí at stórur partur av fólkinum eru ungfólk, og at fleiri børn koma undan, av tí at heilsuviðurskiftini batna, veksur fólkatalið alsamt. Í 1990-árunum vaks fólkatalið í Mið-og Suðuramerika við uml. 80 milliónum.
Næstan tríggir av fyra suðuramerikanarum búgva í býum. Í summum londum, m.a. Kili og Uruguei, býr ein triðingur av fólkinum í høvuðsstaðnum. Mong hava verið noydd ay rýma av bygdini undan fátækadømi og arbeiðsloysi og búgva nú í ovfólkaðum, skirvisligum býlingum, sum vaksa skjótt í útryðjunum á stórbýunum.
Á øllum meginlandinum eru ovurstórir garðar, ið hava ógvuliga stór seyða- og neytafylgi og stórar lundir við sukurrørum og bananum. Útlendsk feløg ella nakrar fáar, ovurríkar familjur eiga hesar stórgarðar. Tó er øðrvísi í Kuba, har eigur stjórnin stórgarðarnar.
Flestu bøndur í hesum heimsparti eiga so lítið av jørð, at teir valla kunnu breyðføða fleiri enn tvey, trý fólk. Teir velta ein lítlanjarðarteig, og hava nøkur fá húsdýr, t.d. hønur og svín. Av tí at garðurin kann ikki føða alt húskið, mega nøkur teirra flyta heiman at fáa sær arbeiði
Suðuramerika, norðari partur
Londini í hesum parti í Suðuramerika hava mark ímóti norðara og vestara parti í Brasil. Vestur ímóti Kyrrahavi eru Andesfjøll, sum ein bugur norðan úr Venesuela til Ekvador og Peru og haðan beint suður ígjøgnum Bolivia, Kili og Argentina. Inkaríkið var í Andesfjøllum, men í 1532 tóku spaniamenn ríkið og løgdu londini í Andesfjøllum undir seg. Í landnyrðingspartinum tóku Bretland, Frakland og Niðurlond sær hjálond. Øll londini í Suðuramerika uttan Franska Gujana eru nú fræls ríki, men tey hava mangar trupulleikar at dragast við. Tað, ið eyðkennir tey flestu, er, at har er ovurstórur munur á ríkum og fátækum, ovfólkaðir býir eru og ólógligur drøgghandil.
Í øldir hava ymisk súgdýrasløg verið lívsneyðug hjá fólki í Andesfjøllum. Ótamd dýr, sum t.d. guananeytini og vikunjan, og húsdýr, sum lama og alpakka, eru øll týdningarmikil, tí ullin og kjøtið av teimum eru góð. Vikunjuullin er mjúk og fín sum silki, og grova lamaullin hevur verið nýtt til teppi, klæði o. m. a.
Andesfjøll eru heimsins longsta fjallarøð. Summi fjøll eru 3.000 metrar og hægri. Quechuaindiánar hava í øldir hildið til høgt upp í Andesfjøllunum í Bolivia, Peru og Ekvador. Teir vóru búnaðarfólk, og bæði lendið og arbeiðið vórðu javnt býtt ímillum menn og konur. Nú eru mangir quechuaindiánar fluttir til býirnar at leita sær eftir arbeiði, men mangir ganga arbeiðsleysir. Nakrir eru enn eftir í fjøllunum og liva sum búnaðarfólk.
Tað er so lítið dyrkilendi í Andesfjøllum, at hvør jarðarskeki verður veltur. Nógvastaðni í líðunum laða bøndurnir bríkar, at teir kunnu nýta alt lendið, teir eiga. Sáað verður, sum veðurlagið er. Niðri á sløttum er lýtt og slavið, men hægri upp tú kemur, kaldari verður. Á háslættunum í Andesfjøllum er einasta frukt, ið veksur væl, epli. Á Boliviaháslættanum, Altiplano, verða epli velt, og dýr ganga á biti. Epli, hveiti og bygg verða dyrkað í kalda hálendinum. Sukurrør, kaffi, tubbak og mais vaksa væl, har temprað veðurlag er. Sukurrør, Bananir, kakao, bummull og rís vaksa væl ílýggja veðurlagnum niðri á láglendinum.
Angelfossur er hægsti fossur í heiminum. Jimmy Angel, flogskipari úr USA, fleyg ígjøgnum Venesuela at sóknast eftir einari á, hann einaferð hevði leitað eftir gulli í. Meðan hann fleyg, sá hann ein ógvuliga høgan foss, sum rennur niður í Churúná. Fossurin er 980 m høgur.
Í øldir hevur fólkið í hesum parti í heiminum tugt kokabløð, sum stimbrað, og sum stilla svongd. Nú á døgum verður kokain vunnið úr bløðnum, eitt ólógligt drøggevni, sum gravgangur er eftir, helst í Norðuramerika og Evropa. Kokarunnurin veksur í rakjørð og krevur lítla og onga røkt, sum matplantur. Eisini loysir seg nógv betur fíggjarliga at dyrka koka enn vanliga grøði. Tí verður nógv koka dyrkað, serliga í oydnum pørtum í Andesfjøllum. Tá ið kokain er vunnið burtur úr kokabløðnum, verður tað smuglað.
Í næstan øllum Suðuramerika er fólkið blandingur av niðursetufólki úr Evropa og indiánum. Men við Karibiahavsstrondina og í Karibia eru mangir nekarar. Teir eru ættaðir frá trælum, sum vórðu førdir hagar úr Afrika at arbeiða í sukurlundunum. Mangir teirra eru enn ímillum tey fátækastu í samfelagnum.
Víða hvar í regnskógunum í Venesuela daga fleiri enn 100 høg sandsteinsfjøll, nevnd tepuis, upp ímóti luftini, summi eru 1.000 m. Hesi fjøll vóru áður í fyrndini víður háslætti, sum regn og vindur í ótaldar øldir hava matað niður. Mong rár plantusløg og dýrasløg hava ment seg í hesum „horvnu heimum".
Øll lond í Suðuramerika hava kríggjast við grannalond síni um, hvussu landamørkini skuldu vera, og enn eru ikki allar marknatrætur loystar. Í kríggjunum ímillum Bolivia og Paraguei í 1930-árunum og ímillum Ekvador og Peru í 1940-árunum doyðu fleiri túsund fólk. Markið ímillum Bolivia og Peru gongur mitt tvørtur um Titicacavatn.
Kelda: Heimsins lond. Bókadeild Føroya Lærarafelags ogFøroya Skúlabókagrunnur. Tórshavn 1999.