Tilfarið í upprunabókini
Sproglege
til styrkelse af sproglig bevidsthed
er tillagað og eftirlagað eftir teimum
málspølunum, sum vóru ein partur av
Bornholm verkætlanini frá 1984-90.
Ástøði og háttalag í sambandi við hetta
arbeiðið hava fyrr verið lýst á donsk
um í tveimum frágreiðingum, sum
Bornholms Amtcentral gav út í 1985 og
1987. Verkætlanin er harafturat lýst á
enskum í Reading Research Quarterly
(1988).
Henda tillaging av ástøði og mál-
spølum er hugsað sum handbók hjá
leiðarum í forskúlum og lærarum í
innskúlingini og harumframt at nýta
í útbúgvingum á námsvísindadeildum
fyri námsfrøðingar og lærarar og til
skeið, har kunnað verður um grund-
hugsanina við málspølum. Bókin er
skipað soleiðis, at ástøði og málspøl
eru í hvør sínari eind. Málspølini eru
savnað í eini heild, men til ber ávegis at
leggja afturat nýggj hugskot og royndir.
Málspølini eru ikki liðugt ment, fyrr
enn tann einstaki námslærdi og børn
ini hava brúkt tilfarið í ítøkiligum dag
ligum virksemi. Málspøl eru upplegg til
virksemi við máli, sum í virknu støðun
um kann menna seg á nógvan ymiskan
hátt.
Í hesi útgávu eru tí heldur ikki gjørd
uppskot um, hvussu tónleikur, rørslur
og drama kunnu verða tvinnað saman
við málspølunum. Hetta merkir ikki, at
vit halda, at einki eigur at verða gjørt
við hetta. Eitt tílíkt upplegg má heldur
koma frá tí námslærda sjálvum, tí hetta
setur krøv til arbeiðið, sum vit ikki sjálv
hava viljað sett.
Hjá okkum hevur tað mest rátt um
at onnur fáa gagn av okkara uppleggi,
ið týðiliga hevur bent á fyribyrgjandi
árin í fyrstu lesimenningini. Tað ein-
asta, vit hava viljað lagt dent á viðvíkj
andi at brúka tilfarið, hevur verið,
at málspølini skulu verða brúkt sum
spøl, har hin vaksni og børnini saman
fara á kanningarferð inn í málheimin.
Harafturat hevur onnur gransking víst,
at tað hevur týdning fyri, hvussu nógv
børnini fáa burtur úr spølunum, at rað-
fylgjan, sum víst verður á í yvirlitinum,
nøkulunda verður fylgd, og at tilfarið
verður brúkt regluliga eftir tað, at farið
er í holt við tað.
Góðan arbeiðshug
Jørgen Frost og Annette Lønnegaard
Um málspøl
3