Málspøl - Ástøðisbók - page 8

Early Literacy
Fyrst fari eg stutt at umrøða early literacy. Áður varð liter-
acy allýst leysliga sum lesi- og skriviførleik­i, men nú verður
hugtakið literacy eisini brúkt um inn­anhýsis samspælið í
munnligu og skrivligu pørtunum í gerandissamskifti, sum
bæði er fjølbroytt og viðkomandi. Við early literacy verður
hugsað um skrivliga og munnliga námsfrøðiliga arbeiðið
við málinum, sum t.d. er í barnagarðinum.
Í nýggjari literacy-gransking eru vit so statt upptikin av
málsligum heildum í talaðum og skrivaðum samskifti, ið
eru týðandi í barnsins gerandisdegi.
Literacy-førleiki er at kenna, skilja, tulka, skapa, ætla
um og samskifta við at brúka tekn, ímyndir, prent og skrift
í ymiskum samanhangi, bæði munnliga og skrivliga.
Spírandi literacy-hugtakið verður so statt knýtt at hugskot­
um til fjølbroytt heildarlagað arbeiði. Literacy-námsfrøði
setur fjølbroyttu menning barnsins í miðdepilin og snýr
seg ikki bara um grundleggjandi førleikar. Heldur snýr
hetta seg um týdningarmikil virði, t.d. skapanarevni, hug-
flog, opinleika og fjølbroyttan málbúna. Felagsskapurin
fyri at fostra upp smábørn, OMEP (
2010
), leggur stóran
dent á hetta, ið ávirkar grundleggjandi rættin til og gleðina
at læra gjøgn­um spæl.
Vit hugsa okkum, at literacy-læring hjá børnum hóskar
best, arbeiða barnið og hin vaksni saman. Hesum verður
grundgivið fyri í einum sosialkonstruktivistiskum hátti at
síggja læring (
Vygotsky, 1978; Bruner, 1998
). Tekning er
grundarlag undir at menna skriftmálið. Smá børn brúka
skriftmálið alla tíðina, og sambært Vygotsky (
1978
) síggj­a
vit fyrsta skriftmálið í tekningum teirra. Her brúka tey
ímyndarligt mál at umboða lutir og fyribrigdi, ið eru uttan
um tey.
8
MÁLSPØL - leikur og læra
I,II,1,2,3,4,5,6,7 9,10,11,12,13,14,15,16,17,18,...84
Powered by FlippingBook