Málspøl - Ástøðisbók - page 9

Málmenning og lesi- og skrivimenning
Natúrligt er at hyggja at, hvussu grannar okkara hava arb­
eitt við hesi avbjóðing. Norðurlendingar hava sjálvsagt bygt
arbeiði sítt á altjóða gransking og hava hugt at, hvussu til
ber at arbeiða fyribyrgjandi og fyrireikandi, ásannandi,
at fyribyrging er betri enn viðgerð, og at skjót hjálp er góð
hjálp.
Við málmenning sum fyritreyt fyri væleydnaðari lesi- og
skrivimenning, er sera týdningarmikið, hvussu vit kunn­u
hjálpa børnunum at menna ávíst ansni, so tey gerast før
fyri at venja bindindi í sambandi við skifti í ansni. Til ber
sum vaksin saman við barninum at hjálpa tí at menna tílíkt
ansn­i. Treytin er tó, at hin vaksni sjálvur skilur, hvat hetta
ber í sær. Alt virksemi, sum barnið kýtir seg at megna, ber
í sær møguleikar hjá barninum at arbeiða við trupulleik­
um at klára skiftið í ansni. Soleiðis kann barnið mennast
við uppgávuni, tí hin vaksni sær barnið og tørv tess. Hin
vaksn­i má vera hugaður fyri at javnseta seg við barnið og
taka tað við sær í tí, sum fyriferst, so tað í fyrstuni verður
framt í samstarvi, og barnið tískil fær møguleikan at upp­
liva ta gleði, tað er at sleppa at vera við í felags virksem-
inum. Líðandi tekur hin vaksni seg aftur, so hvørt sum før-
leikin hjá barninum mennist.
Við hesum arbeiði lærir barnið nýggjar hættir at sam-
skifta við onnur. Barnið gerst ført fyri at seta seg inn í,
hvussu hini taka ímóti boðskapinum, ið tað kemur við, og
so statt gerst barnið ført fyri at laga sín hátt at bera hugs­
anir sínar fram eftir tí, sum lurtar. Hesi evni batna við
aldrinum.
Tá ið barnið kemur í skúla, verða stór krøv sett til evnini
at samskifta. Hetta eru krøv, sum ikki eru sett summum
børnum í uppvøkstrinum, og stórur munur er á, hvuss­u
9
MÁLSPØL - leikur og læra
I...,II,1,2,3,4,5,6,7,8 10,11,12,13,14,15,16,17,18,19,...84
Powered by FlippingBook