Málspøl - Ástøðisbók - page 14

á lesi- og stavimenning, ella kanningar av, hvørja ávirkan
lesi­undirvísingin kann hava á at menna tilvitan um ljóð­
eind­ir. T.e. ein roynd at fáa greiði á orsøk og samanhangi
millum málsligt ansni og lesing.
Í Norðurlondum er tað fram um alt Ingvar Lundberg
og hansara arbeiðsfelagar á Umeå Universiteti, sum hava
verið slóðbrótarar á hesum øki, men eftir hetta hava nógv
gingið í teirra fótasporum við enn fjølbroyttari skjalfesting
(
t.d. Magnusson & Nauclér, 1990
). Arbeiðið hjá Lundberg
og hansara starvsfeløgum hevur verið grundarlagið undir
verkætlanini á Bornholm, summálspølini, ið nú eru komin
á føroyskum, eru sprottin úr. Saman við Olofsson (
1985
)
vísti Lundberg, at møguligt er at stimbra málsligt ansni hjá
forskúlabørnum, áðrenn farið verður at læra at lesa.
So statt komu vit fram til vísindaligar mannagongdir,
sum snúðu seg um, at í smábarnaaldrinum var sera týð­
andi, at tey vaksnu, ið vóru um barnið, vistu, hvussu tey
skulu samskifta við barnið, so at tað stuðlar málmenning­
ina. Eisini var týðandi, at tey vaksnu uttan um barnið
kveiktu og stimbraðu barnsins áhuga fyri bæði talaða mál­
inum og fyri skriftmálinum, tí hetta gevur børnunum ein
stóran fyrimun, tá ið tey skulu læra seg at lesa og skriva.
Ein av stóru granskarunum á økinum er Mary Clay
(
2005
), sum vísir á stóra týdningin, talumálið hevur fyri at
læra at lesa. Hon sigur, at lesing og skriving eru samansett­
ar tilgongdir og eru í fleiri løgum samstundis. Spjaðingin,
sum er í 1. flokki, um ikki arbeitt hevur verið miðvíst við
málmenning fyri skúlaaldur, er ógvuliga stór. Hetta sæst
m.a. aftur í stóra muninum á, hvussu nógv orð børnini
duga, tá ið tey koma í skúla. Granskingin hevur harum-
framt víst á týdningin, sum orðatilfarið hevur á lesimenn­
14
MÁLSPØL - leikur og læra
I...,4,5,6,7,8,9,10,11,12,13 15,16,17,18,19,20,21,22,23,24,...84
Powered by FlippingBook