Málspøl - Ástøðisbók - page 15

ingina (
Boemiller, 2004; Dickinson & Tabor, 2001; Hart &
Risley, 1995
).
Týðandi sambond eru staðfest millum orðatilfarið hjá
forskúlabørnum og lesifatan, tá ið tey vóru 16 ára gomul
(
Frost, Madsbjerg, Niedersøe, Sørensen & Olofsson,
2005
). Eisini sæst, at stórur munur er á orðatilfarinum hjá
næmingum í forskúlanum. Samstundis vita vit, at orðatil-
farið mennist skjótari hjá børnum, sum frammanundan
hava nógv orðatilfar, so her síggja vit spíran til vaksandi
munir á børnunum upp ígjøgnum skúlaaldurin, sonevnda
Matteus árinið (
Stanovich, 1986
).
Arbeiðið við bókstavum og ansni um málljóð eru sam-
bært viðurkendum granskarum (
Elbro, 2006
) týdningar-
miklir tættir. Granskingin vísir eisini á, at lesing og skriv-
ing styðjar hvør aðra (
Liberg, 1999; Bjørk & Liberg, 1999;
Frost, 2003; Hagtvet, 2004
). Alt hetta er umráðandi at
arbeiða við í forskúlaaldri, meðan børnini eru so opin og
spent at læra júst hetta (
Hagtvet, 1989
).
Tískil kunnu vit siga, at bæði gransking, ið hevur nøkur
ár á baki, og nýggjari gransking bera á sama borðið. Fyrr
børnini sleppa at royna seg og verða stimbrað málsliga,
betur fara tey at duga at lesa og skriva. Hetta sjónarmið
verður eisini styrkt av, at t.d. granskingin, sum málspølini
eru bygd á, verður staðfest at vera so holl, at onnur, ið arb­
eiða meiri við hesum spurningum, byggja nýggjari gransk-
ing á hana.
Týdningarmikla læringin úr barnsins sjónarhorni
Ein sannroynd er, at tað, sum fyri eini 30 árum síðan varð
hildið at vera ein trilvandi roynd at koma við uppriti um,
hvussu arbeitt kundi verið við at menna málið gjøgnum
spæl, nú er sjálvsagt í tilfari til børn um forskúlaald­ur, t.d. í
15
MÁLSPØL - leikur og læra
I...,5,6,7,8,9,10,11,12,13,14 16,17,18,19,20,21,22,23,24,25,...84
Powered by FlippingBook