børn seg gjøgnum fyrsta avgerandi stigið at læra at lesa, at
        
        
          týða koduna, og kunnu tey so statt fara í gongd við drúgvu
        
        
          lesivenjingina, sum ber í sær, at tey duga væl at lesa (at les-
        
        
          ingin er vorðin sjálvvirkin).
        
        
          Hjá summum børnum er hetta fyrsta avgerandi stigið
        
        
          at týða koduna kortini nærum ov trupult, hóast tey koma
        
        
          úr heimi, har skriftmálið regluliga er ein partur av gerand
        
        
          isdegnum, og hóast tey fáa góða undirvísing í skúlanum.
        
        
          Nógv børn við skriftmálsligum trupulleikum kunnu eisini
        
        
          hava góðar gávur og vera evnarík aðrar vegir. Tí tykist tað,
        
        
          at ein heilt ávís eind ella avmarkað virksemi er løstað hjá
        
        
          hesum børnum. Okkurt steingir fyri møguleikum teirra
        
        
          trygt at ogna sær skriftmálið. Kanska kunnu vit tosa um
        
        
          vánaligt orðaminni ella kanska heldur vánaligt orðaminni,
        
        
          júst tá ið tað kemur til tað skrivaða orðið.
        
        
          
            Ónd ringrás
          
        
        
          Ein avgerandi fyritreyt fyri góðum lesiførleika er so statt, at
        
        
          orðaavkodan – at kenna aftur skrivaða orðið, virkar skjótt
        
        
          og beinleiðis. Neyðugt skal ikki vera at sita leingi og hyggja
        
        
          at einstaka orðinum. Góði lesarin fær fatur á innihaldinum
        
        
          í orðinum beinanvegin, soleiðis at tulkingin ella fatanin og
        
        
          ikki avkodanin kemur fyrst.
        
        
          Skal sjálvvirkandi og beinleiðis lesiførleiki røkkast, má
        
        
          nógv verða lisið. Verri evni vit hava á ávísum økjum, meiri
        
        
          mugu vit venja okkum at gerast dugnalig. Summi børn enda
        
        
          í eini óndari ringrás (
        
        
          
            Stanovich, 1986
          
        
        
          ), har lesingin kenst
        
        
          tung, trupul og ógvuliga lítið gevandi. Sum ein næmingur
        
        
          so rámandi segði: “Tað kennist sum at súkkla í mótvindi.”
        
        
          Í hesi støðu læra summi børn seg munagóðar framferðar
        
        
          hættir at sleppa sær undan at lesa. Men tað ger so tað, at
        
        
          barnið missir ein gyltan møguleika at fáa neyðugu venj
        
        
          
            23
          
        
        
          
            MÁLSPØL - leikur og læra