skulu halda okkum frá at brúka bókstavirnar. Tvørturímóti
eru fleiri altjóða granskingarverkætlanir (
t.d. Blachmann
v.fl., 1994
), sum hava víst, at góðu árinini gerast bara størri,
taka vit eisini bókstavirnar við, har tað fellur natúrligt at
gera tað. Bókstavirnir kunnu hjálpa okkum at gera tær
úrtøkiligu (
abstraktu
) og óstøðugu ljóðeindirnar ítøkiligar,
tá ið vit skulu hava fatur á teimum.
Ikki at gloyma er sera týdningarmikið at vísa á, at arb
eiðið við málinum ikki má gerast turrislig venjing upp í
saman. Børnini mugu uppliva tað, sum spjaða málspølini
gleði og hug at fara inn í málheimin og gera sær ymsar
royndir við málinum. Hóast alt er hugurin at vera forvitin
og granskandi høvuðskeldan til menning. Og her hava mál-
spølini longu prógvað sín rætt og sítt virði.
27
MÁLSPØL - leikur og læra