ing hava fingist við skrift, hava tey í høvuðsheitum arbeitt
við skriftini sum við allari aðrari grafiskari avmyndan:
Tey eygleiða og minnast, so tey eru før fyri at kenna aftur
og taka fram. Hetta gera tey leingi, eisini, tá ið tey skriva
navnið á sær.
Uppgávan hjá læraranum í 1. flokki er at eggja børnunum
til, at tey skulu gera okkurt, samstundis sum tey skulu vera
ansin um ljóð ella ljóðeindir. Hetta slag av ansni verður lært
líðandi, men trygt, um børnini royna seg at skriva í tíðar-
skeiðinum undan lesingini. Málspølini at styrkja málsligt
medvit hjálpa barninum at flyta ansin yvir á ljóðini í talu
málinum og leggja soleiðis grund undir at gera okkurt
meiri enn bara at minnast skapið á bókstavunum. Summ
um børnum tørvar eitt langt skriftmálsligt tíðarskeið, og
fleiri av teimum hava tørv á nógvum endurtøkum við mál-
spølum. Geva vit teimum ikki henda møguleika, gera vit
tað trupult at finna røttu løtuna.
Frith (
1985
) hevur verið ein av teimum granskarunum,
sum hevur gjørt týðiliga vart við, hvussu stóra ávirkan
skriviroyndirnar hjá børnum kunnu hava á lesimenning
ina. Hon heldur, at grundleggjandi innlitið í sambandið
millum málljóð og bókstavatekn, sum má vera komið í lag,
skal gongd koma á lesingina, best verður styrkt gjøgnum
royndirnar, sum børn fáa við at skriva.
Um vit beinanvegin í 1. flokki (ella longu í forskúlanum)
kenna næmingarnar so væl, at vit kunnu áseta skriftmáls-
liga grundarlag teirra, ber til longu beinanvegin í 1. flokki
at leggja til rættis lesiundirvísingina eftir hesum. Soleiðis
ber til at brúka lagaligu løtuna, so rætt atlit verður tikið til
næmingafortreytir og tað at læra at lesa (
Frost og Nielsen,
1993
).
32
MÁLSPØL - leikur og læra