Málspøl - Ástøðisbók - page 40

fara í gongd, so skjótt sum fyrsti áhugin vísir seg, og menn­
ast við tí ferð, sum einstaka barnið mennist.
Verður grundað á skriftmálið, er støðan heilt øðrvísi hjá
barninum. Her situr barnið við einum teksti, sum tað skal
lesa við at avkoda orðini (úr skrift í talumál), soleiðis sum
tað sær út, tá ið undirvíst verður eftir eini lesibók.
Barnið hyggur at orðunum, sannar, hvør bókstavurin er,
setur ljóð á, roynir seg fram, og so einaferð skilur barnið,
hvat orðið merkir.
Trupulleikin at lata barnið arbeiða við fyrstu lesing­ini á
henda hátt er, at arbeiðið við tilgongdini er treytað av bæði
minninum um, hvørjir bókstavirnir eru, hvussu væl ein er
førur fyri at leita fram bókstavaljóðið og førleikanum at
greipa hetta saman til eitt orð. Hesin sambindandi lesihátt­
ur er tískil trupul at handfara í fyrstuni, tá nógv kennist
ótrygt, og tilgongdin steðgar upp, tá ið barnið ikki megnar
krøvini at avkoda. Støðan er ógvuliga trupul hjá summum
børnum og nýta vit í tílíkum førum sum námslærd hætt­
ir, sum kunnu bøta um støðuna, soleiðis sum vit gera, tá
ið vit koma við ábendingum uttan um tekstin sum hjálp í
staðin. Hetta kunnu vit sjálvandi gera sum námslærd, men
tá stuðl­a vit ikki ótryggum næmingum, sum hava tørv á
at læra eitt sindur um at avkoda orð, og vandin er, at hesir
næmingar fara at menna skeivar hættir fyri at klára seg,
hóast teir hava trupulleikar. Tískil mugu summi børn í
øll­um bólkum fáa beinleiðis vegleiðing at læra at lesa, og
hend­a vegleiðing má byggja á at fáa næmingin at leggja
seg eftir at eygleiða einstøku orðini, samstundis sum nógv
verður gjørt við at leita eftir meining.
40
MÁLSPØL - leikur og læra
I...,30,31,32,33,34,35,36,37,38,39 41,42,43,44,45,46,47,48,49,50,...84
Powered by FlippingBook