Málspøl - Ástøðisbók - page 48

tað var, sum gjørdi ein glaðan. Hvat gjørdi, at vit gjørdust
kedd, og hvat á besta hátt kundi ugga okkum. Við tílíkum
samrøðum gjørdust børnini meiri tilvitað um seg sjálv og
tey sambond, tey høvdu við onnur, tí hetta ger tað møguligt,
at børnini sleppa at síggja seg sjálv eitt sindur uttanífrá og
soleiðis fáa fortreytir at síggja sín egna leiklut í samspæl­
inum við onnur.
Í málverkstaði ber eisini til, at lærarar og námsfrøðing­
ar í arbeiði sínum hava fyri eyga týdningin, at børn læra
at gera sær ætlanir fyri tí, tey ætla at gera, fremja hesar
ætlanir og meta um egið verk aftaná.
Eisini her er tað egna medvitið hjá børnunum, sum skal
stimbrast, og verður hetta alt gjørt at bøta um møguleik­
arnar hjá teimum at gerast virkin partur í samspæls- og
lærustøðum.
Øll hesi uppskot kunnu fáa stimbrandi ávirkan at
menn­a ein atburð, har tað sæst, at barnið vísir umhugsan
og umsorgan. Á málsliga økinum hevur gransking víst, at
júst hátturin, sum hin vaksni í samrøðum lurtar og svarar
barninum, kann hava menningarfremjandi týdning fyri
málsligu miðspjaðingarevnini, leggur hin vaksni av óhepna
vanan at yvirtulka tað, sum børn siga. Tað, sum ofta hend­ir,
er, at siga børn okkurt, sum hin vaksni ikki skilur, so roynir
hann kortini at tulka støðuna og á henda hátt svara aftur tí,
sum hann heldur, at barnið meinar, og ikki tí, sum barnið
sigur. Men í staðin kunnu vit siga við barnið: “Eg skilji ikki,
hvat tú sigur, kanst tú ikki siga tað aftur eitt sindur øðr­
vís­i?” – soleiðis hjálpa vit barninum at skilja, at tann, sum
tosað verður við, skal skilja tað, ið sagt verður, og at tann,
ið tosar, hevur eina ábyrgd at orða seg soleiðis, at tann, ið
lurtar, skilur tað, ið sagt verður. Arbeiðið hjá Robinson &
Robinson (
1981
) vísti, at børn, sum eiga mammu, sum ikki
48
MÁLSPØL - leikur og læra
I...,38,39,40,41,42,43,44,45,46,47 49,50,51,52,53,54,55,56,57,58,...84
Powered by FlippingBook