Málspøl - Ástøðisbók - page 55

Um málspølini
Innihaldið í málspølunum
Nú vit fara at hyggja at bygnaðinum í málspølunum í høv­
uðs­heitum, er tað við tí í huga, at hóast spølini eru skipað
í partar, merkir hetta ikki, at spælt skal verða reglubundið
og skipað. Hóast raðfylgjan skal verða fylgd, so er tað upp­
gáv­an hjá námslærda at skapa 15-20 minuttir, har børnini
kenna, at nú spæla tey og royna seg við málin­um. Tann
námslærdi má sjálvur spæla við og sum børnini má hann
vera spyrjandi og undrandi viðvíkjandi málinum. Tað snýr
seg um at stimbra forvitnið og áhugan á einum øki, sum
børn í hesum aldri frammanundan hava hug at kanna og
bjóða av.
Við týðiliga at gera hetta til spæl og rannsakan, har
dent­ur verður lagdur á sosiala samspælið ímillum børnini,
fáa vit tey veikastu við í felagsskapin. Tí má ongantíð verða
talan um yvirhoyring av nøkrum slagi. Kennir onkur seg
ótryggan, er týdningarmikið at geva møguleika fyri fjøl-
broyttum endurtøkum.
Spølini eru hugsað at vera felagsspøl við skiftandi
bólkastøddum. Tørvurin at arbeiða í smáum bólkum í senn
veksur, so hvørt sum arbeitt verður við allari skránni. Eru
fleiri vaksin tøk, verður avgjørt rátt til at býta bólkarnar
eftir tí, serliga í síðsta parti av skránni. Kenna fólk seg ikki
nóg væl skikkað at fara ígjøgnum spølini, kann tann, sum
skipar fyri spølunum, samstarva við smáar bólkar í ávís­
ar­i raðfylgju, og so kunnu hini arbeiða við onkrum øðrum
sam­an við hinum í bólkinum.
55
MÁLSPØL - leikur og læra
I...,45,46,47,48,49,50,51,52,53,54 56,57,58,59,60,61,62,63,64,65,...84
Powered by FlippingBook