an sína á Borholm, og vísti okkum verkætlanina. Vit hildu,
at hetta ljóðaði ótrúliga spennandi og hildu beinanvegin,
at tað var okkurt rætt við hesum. Tí – hví skuldu børn ikki
líka so væl spæla við ljóð, setningar o.s.fr., sum tey kundu
spæla við alt møguligt annað?
Men – vit skiltu eisini, at hetta var ógvuliga umfatandi,
og at tað var ikki bara sum at siga tað, tí vit høvdu so lítla
tíð til taks saman við børnunum. Ikki um at tala tað stóra
verkið, sum var úr hondum greitt í sambandi við at lýsa
verkætlanina. – “Alt hetta?” – Hetta ørkymlaði okkum eitt
sindur!
Harafturat hildu vit, at nógv av tí, sum stóð í upplegg
inum, var sovorðið, sum vit altíð høvdu gjørt saman við
børnunum. Og so tað, at vit skuldu stremba eftir at halda
okkum til somu tíð hvønn dag. “Nei, - tað var helst ikki júst
tað, vit tímdu.”
“Men!?! – tað ljóðaði spennandi kortini!”
Okkara fyrstu upplivingar
Vit gjørdu av at fara í gongd – og at royna okkum við øðrum
av teimum báðu flokkunum, vit høvdu. Tað var tann flokk
urin, sum hevði færri næmingar, og sum vit høvdu seinast
á degnum.
Vit høvdu eina løtu eftir tað, at vit vóru lidnar í hinum
flokkinum hjá okkum, og tí høvdu vit møguleika at seta
okkum niður og seta eina skrá saman, so vit nágreiniliga
vistu, hvørji spøl vit skuldu spæla. Harafturat kundu vit fáa
vegleiðing (supervisión) frá einum av talilærarunum, sum
høvdu verið við til at evna verkætlanina til, og hetta hjálpti
væl.
64
MÁLSPØL - leikur og læra