Málspøl - Ástøðisbók - page 57

hvussu málið smakkaði. Ikki fyrr enn tey hugdu í spegilin
og kundu líta at framburði sínum uttanífrá, eydnaðist tað.
Rím og ramsur
Rím og ramsur eru í roynd og veru 2 ymisk sløg av virk-
semi, sum seta arbeiðið við málinum í gongd. Vit tosa her
um ein ans hjá børnunum, sum enn ikki er vendur ímóti
staklutum, men ímóti heildini. Av hesi orsøk hava vit aft­ur­
fyri møguleikan at fáa so gott sum øll børn við.
Við ramsunum læra vit nøkur reglubundin ørindi, sum
ikki merkja nakað, men sum bara eru spæl við ljóðlagi og
málljóðum. Tað er nærum okkurt gandakent við hesum
ramsunum, okkurt sum áherðsla kann leggjast á í leikgerð.
Hví ikki hava heksagildi, har allar ramsurnar sleppa at
royn­a seg? Ella eitt gandaspæl, har ramsurnar verða brúkt­
ar sum fast innihald í gongdini?
Eisini her kann tilvitaða stýringin av ansinum verða
styrkt við spølum og venjingum, sum verða sett í gongd.
Ramsurnar kunnu “syngjast” fleirraddað í bólkum, tær
kunnu berast fram listaliga við høgari snjallari rødd, við
djúpari bassrødd, við hátíðarligari rødd, flennandi røddum
o.ø. Ramsurnar kunnu verða sagdar títt ella seigan og sum
heild verða broyttar markleyst. Ramsurnar eru uttan iva
tað í málspølunum, har best pláss er fyri hugflognum.
Í veruleikanum hava flestu børnini í forskúlanum lært
at ríma, og tað er eitt vandatekin viðvíkjandi málmenning
hjá teimum børnum, sum ikki megna tað. Flestu børn hava
spælt sær við málið og gjørt rím í vanliga gerandisdegn­
um, men so eru tað summi børn, ið ikki hava gjørt tað. Tað,
at duga at hoyra um orð ríma, eyðkennir fyrstu tilvitanina
um málljóð. Ofta eru rímini knýtt at máliskum, ið líkjast
smáum ramsum, sum t.d. “Maria, Maria, Marolla, átti so
57
MÁLSPØL - leikur og læra
I...,47,48,49,50,51,52,53,54,55,56 58,59,60,61,62,63,64,65,66,67,...84
Powered by FlippingBook