Málspøl - Ástøðisbók - page 66

gera livandi setningar í einum longum raði, – har einstaki
persónurin er eitt orð.
Børnini uppliva, at til ber at spæla við málið. Tey ríma
t.d. av sínum eintingum rím um nøvnini á hvør øðrum. Tey
brúka rím og ramsur í rolluspølum/lutaspølum sínum. Tey
spæla skúla og handil, har tey brúka royndir sínar frá mál-
spølunum.
Tá ið tey fáa eitt kort við heim – við eini mynd á – t.d.
eini hús, skulu tey heima finna okkurt, sum rímar við hús.
Tey halda, at tað er stuttligt at koma við eini ovurstórari
toymús, sum als ikki passar í skúlataskuna, og tá ið vit hava
brúkt hana, verður hon hongd upp á fráboðanartalvuna
sam­an við kortinum, so vit kunnu “lesa” í kór “Hús – Mús”.
Børnini halda eisini, at tað er stuttligt, tá ið vit gera
okkara egnu bók við rímum ella okkara egnu klappibók
(stavilsi) ella kanska eisini eina bók við forljóðum. Bøkur-
nar hava tey sjálvandi heim við sær, og tey eru errin.
Læra hvør av øðrum
Vit hava fingið nógv burturúr at vera saman við starvs-
felagum, sum byrjaðu samstundis, sum vit byrjaðu. Vit
hava givið hvør øðrum hugskot og royndir. T.d. hugskotið
at hava eitt ljóð við heimanífrá. Tað er sera væl dámt at
hava okkurt løgið við, sum ein sjálvur hevur funnið uppá
– kanska saman við mammu og pápa – og so at síggja, um
vinirnir duga at gita, hvat tað er. Hetta er ógvuliga loyndar-
fult, og vit krógva okkum, so hini ikki kunnu “síggja” ljóðið.
Tað kennist gott at sleppa at vera einsamallur í brennidepl­
inum, og tað er spennandi, klára hini ikki at gita beinan-
vegin.
Børnini uppliva, at
til ber at spæla við
málið.
66
MÁLSPØL - leikur og læra
I...,56,57,58,59,60,61,62,63,64,65 67,68,69,70,71,72,73,74,75,76,...84
Powered by FlippingBook