ar saman, ber harafturat til at vera nógv tryggari í metan
síni um, hvar einstaka barnið er, og hvussu leggjast skal til
rættis at fáa øll við.
Tað kann vera neyðugt at fáa talilæraran ella førleika
stovuna at koma upp í leikin og hava nakrar tímar í for-
skúlanum (serliga eftir jól). Týdningarmikið er fyrsta árið,
arbeitt verður við málspølunum, at fáa vegleiðing (super-
visión) frá talilærara ella førleikastovuni. Hetta kann verða
gjørt soleiðis, at hon ella hann er nakrar tímar ummánaðin
í flokkinum og eisini hevur stundir at tosa um meginreglur
fyri at fremja skránna.
Umskifti til 1. flokk
Skráin birtir upp undir tilgongd við endurtøkum í 8 vikur
fyrst í 1. flokki. Saman við talilæraranum og serundirvís-
ingarlæraranum er nógv gjørt burturúr at lata læraran í 1.
flokki gagnnýta okkara royndir.
Hava lærarar onkuntíð kent seg ótryggar um málspølini
í 1. flokki, hevur serundirvísingarlærarin boðið sær til at
fara inn í flokkin og fremja eina skrá í 8 vikur saman við
læraranum, so lærarin kann fáa innlit í skránna. Her hevur
talilærarin eisini verið góður stuðul, tí hann visti, hvørjum
børnum tørvaði serliga hjálp og stuðul.
Neyðugt er at síggja veruleikan sum hann er og siga, at
tað ikki hevur verið nóg mikið, at vit sum leiðarar í for-
skúlanum hava verið íðin at brúka málspølini. Hetta má
verða lýst væl og virðiliga fyri øllum, ið skulu halda áfram
at arbeiða við hesum, so “amboðskassin” kann verða bet
ur útgjørdur og brúktur framyvir. Tí er týdningarmikið,
at eisini onnur í skúlanum styðja arbeiðið. Avgerandi er, at
skúlastjórin tekur undir við hesum, og tað er týdningar-
mikið, at lesivegleiðarar og serundirvísingin stuðla. Men
68
MÁLSPØL - leikur og læra