Málspøl - Ástøðisbók - page 61

stavistøðuni, so má hesin munur koma av muninum í med-
viti um ljóðeindir, sum var tað einasta, har munur var á
undirvísingini í eftirlitis- og royndarflokkunum.
So statt er serstakliga týdningarmikið, um vit hugsa
fyribyrgjandi, at leiðari og starvsfólk í forskúlanum ikki
gloyma seg burtur í teimum fyrstu spølunum, men klára
at fáa góða tíð til tey síðstu spølini, tí tað er her, sambandið
við lesingina er.
Eisini viðvíkjandi forljóðum er møguligt at arbeiða hug-
sjónarríkt við støði í barnsins spæli. Í summum flokk­um
hava tey gjørt stuttligar setningar til hvørt ljóð, har øll orð
byrja við sama ljóði. Verður samstundis arbeitt við at mynd-
prýða arbeiðið við ljóðunum, knýta vit eina fína sambind-
ing aftur til arbeiðið við barnarímum og ramsum, men
leggja nú høvuðsdentin á fyrstu ljóðini, sum ganga aftur
í orðunum. Aftur eru nøvnini á børnunum góður grund­
stuðul undir tí, sum vit ætla, at børnini skulu læra seg.
Sama er, tá ið vit taka eitt fet afturat fram ímóti grein-
ing til einkult ljóð. Einastaðni spældu vit eitt spæl, har vit
komu sum ferðandi á eina fremmanda gongustjørnu. Vit
komu til eitt land, sum líktist okkara landi nógv, men í
staðin fyri Danmark, æt tað Anmark. So hendi eisini tað
løgna, at nøvnini á okkum broyttust á sama hátt, at fyrsta
ljóðið í navninum rætt og slætt datt burtur, so Tummas fór
at eita Ummas, Beinta æt Einta (Einta, Beinta ...) og Sørin
æt Ørin. Vit noyddust at hava navnaskelti, har vit við eini
striku sum fyrsta bókstav vístu, at tað var hann, ið var
vorðin burtur. Aftur sóu vit, hvussu spæl gav høvi til, at
børnini hildu á at spæla sjálv og komu og greiddu okkum
frá síni nýggju uppdaging. Soleiðis gjørdust málspølini
heilt ítøkiligt ein uppdagingarferð inn í málverðina, júst
sum ætlanin er við teimum.
61
MÁLSPØL - leikur og læra
I...,51,52,53,54,55,56,57,58,59,60 62,63,64,65,66,67,68,69,70,71,...84
Powered by FlippingBook