Málspøl - Ástøðisbók - page 56

Lurtispøl og spæl við ljóðum
Fyrstu spølini eru um at gita, hvat gevur eitt ávíst ljóð.
Hetta kann vera at ringla við lyklum, ein teskeið, ið verður
brúkt at røra í einum koppi, eitt grýtulok, sum onkur legg­
ur út yvir grýtuna, o.s.fr. Børnini verða eggjað til sjálv at
fyrireika ljóðspølini og kanska taka okkurt við heimanífrá,
sum gevur ljóð frá sær. Í øðrum spølum skulu børnini sjálv
gera ljóðini og t.d. herma eftir øðrum ljóðum, t.d. djórum,
fólkum, maskinum ella øðrum tólum. Tá ið tey duga bet­
ur, ber til at spæla við “ljóðorðum”, ið minna um at gresja­,
sprutta, froysa, hvína, murra, buldra, skroppa, glinta­osfr.
Endamálið við hesum fyrstu spølunum er sjálvsagt ikki
at læra børnini at kennamun á, hvussu ein kirkjuklokka ella
ein telefon ringir. Endamálið er at arbeiða við, hvussu børn
stýra sínum ansi. Málsligur ansur byggir grundleggjandi
á evnini at vera førur fyri at venda ansinum móti onkr­um,
sum vit sjálv hava gjørt av skal vera tað, ið vit skulu geva
ans. Tískil flyta vit ansin ymsastaðni og lurta eftir ljóðum
uttan fyri hølið, inni í hølinum, í horninum á hølin­um,
ljóðum, ið vit sjálv gera við kroppinum, ljóðum innan í okk­
um sjálvum o.s.fr. Vit krógva vekjaran ella køksklokk­una,
og so skulu vit ganga eftir ljóðinum. At vera førur fyri at
hugsavna seg um at lurta, samstundis sum eyg­uni síggja,
men ikki mugu síggja, er ógvuliga trupult hjá summ­um.
Summi børn mugu hava bind fyri eyguni fyri at klára upp­
gávuna.
Trupulleikin seinni kann eisini verða, hvussu børn við
serligum avbjóðingum kunnu gerast før fyri at flyta ansin
til framburð, samstundis sum tey bæði hoyra og síggja. Í
eldri flokkum hava vit dømi um børn við orðblindni, sum
ikki fingu gongd á at lesa m.a. júst tí, at tað var so ótrúliga
trupult hjá teimum at flyta ansin niður í munnin og kenna,
56
MÁLSPØL - leikur og læra
I...,46,47,48,49,50,51,52,53,54,55 57,58,59,60,61,62,63,64,65,66,...84
Powered by FlippingBook