Málspøl - Ástøðisbók - page 47

á, at gerandisdagurin byggir á nakrar karmar, sum týdn-
ingarmikið er at halda seg innanfyri. Hesar orðingar eru
festar á veggin í rúminum, har arbeitt verður, so øll kunnu
síggja tær og fáa høvi at spyrja, hvat har stendur.
T.d. vóru einastaðni hongdir upp smáir setningar til
børnini. Tey dugdu sjálvandi ikki at lesa teir, men tey vistu,
at teir vóru har, og hvat stóð har, av tí at setningarnir so
ofta vóru vístir teimum. Dømi:
Hvat er ein góður vinur?
Ein, sum mær dámar at spæla við
Ein, sum eg kann hugna mær saman við
Ein, sum eg kann fortelja um míni loyndarmál
Ein, sum dugir at ugga meg
Ein, sum ikki gerst óður við meg
Tá ið okkurt er skrivað niður, fær tað ofta meiri at týða, enn
um vit bara tosa um tað.
Hagtvet og Palsdottir (
1992
) vísa á, hvussu tær í sínari
verkætlan brúktu nógva tíð at tosa við børnini um kenslur
og um, hvussu týdningarmikið tað er fyri ein bólk, at góðar
kenslur (sólhugsanir) vinna á ringum (trøllahugsanum). Tá
summi ikki vóru hampilig hvørt við annað, var avtalað, at
tey skuldu minna hvørt annað á sól- og trøllahugsanirnar.
Í somu verkætlan varð arbeitt undir heitinum “Eg sjálv/
ur” við svørt-hvítum myndum av børnunum, ið vístu
ymiskar kenslur. Myndirnar vóru brúktar til felags sam-
røður um, nær t.d. einstaka barnið kendi seg glatt, og hvat
47
MÁLSPØL - leikur og læra
I...,37,38,39,40,41,42,43,44,45,46 48,49,50,51,52,53,54,55,56,57,...84
Powered by FlippingBook