Hesin serligi háttur at hugsa óheft, sum barnið brúkar t.d. í
rolluspæli/lutaspæli/lutaleiki, og sum verður stýrdur máls-
liga við at orða seg á ymsan hátt, sigur okkum, at barnið nú
er ført fyri at flyta hugin frá tí, sum er beint nú, og dugir
at gera ein annan veruleika, sum bara er í barnsins huga
heimi. Bæði í gransking og royndum eru fólk sera samd um,
at hesin parturin av barnsins spæli er ógvuliga týðandi fyri
alla menningina, bæði kensluligu, fatanarligu og málsligu
menningina (
Vedeler, 1990; Brostrøm, 1989
).
Námsfrøðingar hava altíð verið varugir við, hvussu
týdningarmikið tað er hjá børnunum at spæla og hava al-
tíð givið spælinum nógva rúmd í barnagarðinum. Tað, sum
tey vaksnu ikki altíð eru nóg tilvitað um, er leikluturin hjá
teimum vaksnu at eygleiða spælið hjá børnum. Summi børn
hava tørv á at fáa íblástur, so tey eisini duga at spæla rollu
spæl/lutaspæl/lutaleik, fyri ikki bara at gerast “ífylla” á
pallinum, sum tey sterku børnini hava sett upp. Tey vaksnu
mugu sjálv vera uppi í rolluspølunum, so tey kunnu stuðla
teimum veiku børnunum í at fáa møguleika at seta upp
egnar pallmyndir, og fer hetta at gera, at tey, sum frá líður,
gerast sjálvstøðug í sínum spæli. Hjá summum børnum
síggja vit, at rolluspælið sum sjálvstøðugt spæl er at síggja
í næsta menningarstiginum hjá barninum, har tað hevur
tørv á stuðli og íblástri. Størri børn og børn, sum duga væl,
kunnu hjálpa hinum, men tey kunnu eisini steðga menn
ingini við at staðfesta lítla leiklutin, sum tey veiku børnini
fáa, á ein hátt, so hetta er og verður óbroytt framyvir, og tey
veiku so statt sleppa at halda fram í leiklutinum sum ífylla.
Hyggja vit at týdninginum av málinum sum amboð, er
tað týdningarmesta í rolluspælinum, at barnið gjøgnum
málið fer at fáa ræði á sínum hugskotum, longu meðan
rolluspølini verða fyriskipað, og hetta krevur, at barnið
“
Námsfrøðing
ar hava altíð
verið varugir við,
hvussu týdning
armikið tað er
hjá børnunum at
spæla og hava
altíð givið spæl
inum nógva
rúmd í barna
garðinum.
“
45
MÁLSPØL - leikur og læra