hevur yvirlit yvir støðuna og skil fyri tí, sum fyriferst,
        
        
          samstundis sum tað dugir at vera framskygt og hevur skil
        
        
          fyri kørmunum, sum skulu vera um rolluspølini. Hetta eru
        
        
          alt førleikar, sum flyta barnið burtur frá at vera sjálvsøkið
        
        
          og bráðræsið til at fáa grundarlag fyri at hugsa seg um og
        
        
          grunda, samstundis sum tað klárar at hugsa sjálvstøðugt
        
        
          og hevur dirvi sjálvt at fara til verka.
        
        
          Umhugsni og grundan eru lyklaorð í sambandi viðmenn
        
        
          ingina, sum er í gongd í lívi barnsins hetta tíðarskeiðið. Tí
        
        
          er øll stimbran til umhugsni og grundan í gerandisdegn
        
        
          um hjá barninum sera virðismikil. Endamálið kann vera
        
        
          at fáa eyga á tær støður, har barnið vísir stóran ans, og so
        
        
          byggja víðari á tær. Onkrar av hesum støðum kunnu vera
        
        
          heima við hús, onkrar á dagstovni, og týdningarmikið er, at
        
        
          foreldur og námsfrøðingar skifta orð um hetta fyri at gerast
        
        
          før fyri at menna hesa vitan í framhaldandi arbeiðinum við
        
        
          einstaka barninum.
        
        
          Hjá børnum í hesum aldri síggja vit alla tíðina, at øll
        
        
          samvera gjøgnum dagin hevur ávirkan á tað, sum barnið
        
        
          er í ferð við at læra seg.
        
        
          Hvussu vit fara um barnið kann so gott sum í øllum
        
        
          førum fremja ella ikki fremja menning barnsins. Er hin
        
        
          vaksni tilvitaður um hetta, er ikki neyðugt at orða serliga
        
        
          námsfrøði um hetta. Men veruleikin er øðrvísi. Sum vaks
        
        
          in eru vit ávirkað av fleiri kreftum, sum gera gerandisdag
        
        
          okkara fløkjaligan og harvið truplan, so vit ikki stuðla nóg
        
        
          væl upp undir at læra børnini. Tí kann vera tørvur á, at
        
        
          vit orða ein hugburð, sum vit kunnu minna okkum sjálv og
        
        
          hvør annan á í samstarvi okkara í gerandisdegnum, so vit
        
        
          sleppa undan námsfrøðiligari vanrøkt.
        
        
          Summastaðni hava tey orðað setningar, sum hjálpa at
        
        
          halda fast við høvuðsorðingar, ið kunnu minna tey vaksnu
        
        
          
            46
          
        
        
          
            MÁLSPØL - leikur og læra