Málspøl - Ástøðisbók - page 41

Tað, sum myndin skal vísa, er, at brúka vit greinandi
læruhátt, geva vit veikum og ótryggum næmingum betr­i
møguleikar við síni egnu ferð og samsvarandi sínum hugi
og áhuga at vera við og uppdaga grundarlagið undir avkod­
an.
Harafturat hevur gransking víst, at besti hátturin at
fara í holt við skriftmálið er at arbeiða fyribyrgjandi. Hagt-
vet (
1989
) hevur víst, hvussu vit í forskúla kunnu tvinna
saman arbeiðið við skriftmálinum soleiðis, at tað er partur
av spæli, sum børnini tíma. Í umrødda arbeiði vóru mál-
spøl samantvinnað við skriftmálslig upplegg soleiðis, at
báðir partar stuðlaðu hvør øðrum. Fyri at kunna smakka
orðini, tá ið vit skulu skriva okkurt, mugu vit flyta ansin
yvir á framburðin av orðinum og so skriva bókstavirnar til
tey ljóð, sum vit eru vorðin varug við. Júst fyri ikki at leggj­a
trýst á barnið um rættleika, var alt slag av spæliskriving
góðtikið sum rætt skrivað. Soleiðis varð tryggjað, at børn­
ini fingu frið at menna seg við egnari ferð.
Úrslitið av at arbeiða soleiðis í forskúla gjørdist, at øll
børn komu í gongd við lesimenning sína, meðan tey gingu í
1. flokki. Av 52 næmingum fingu 3 eitt stutt skeið ískoytis-
stuðul fyrst í skúlaárinum við einstaklingsundirvísing 15
minuttir um dagin.
Frá málsligummedviti til lesing
Sum áður nevnt hava verið ymsar áskoðanir um, nær best
var at menna medvit um ljóðeindir. Í fleiri ár hildu gransk­
arar uppá, at tilvitan um ljóðeindir kann mennast í sam-
bandi við undirvísing í lesing (
Morais, v.fl., 1987
). Eisini í
Danmark hava ymsar hugsanir um
málform
víst, at mál-
spølini eisini í 1. flokki hava gott árin, eisini hóast tey ikki
høvdu verið brúkt í forskúlanum.
Harafturat hevur
gransking víst,
at besti hátturin
at fara í holt við
skriftmálið er at
arbeiða fyribyrgj­
andi.
41
MÁLSPØL - leikur og læra
I...,31,32,33,34,35,36,37,38,39,40 42,43,44,45,46,47,48,49,50,51,...84
Powered by FlippingBook