royndum. Tí er mikil tørvur á at leggja skúlabólkin/for-
        
        
          skúlaárið til rættis, m.a. sum ein skriftmálsliga stimbrandi
        
        
          verkstað, so møguleiki kann vera fyri, at næmingar, sum
        
        
          ikki hava skriftmálsligar royndir, kunnu fáa íblástur bygd
        
        
          an á egnar fyritreytir og fáa neyðugu royndirnar til høldar
        
        
          (
        
        
          
            Hagtvet, 1989
          
        
        
          ).
        
        
          Ikki er lætt eintýtt at lýsa lesimenning, tí leiðin at læra at
        
        
          lesa er ymisk alt eftir, hvussu einstaka barnið er. Skulu vit
        
        
          greina skriftmálsliga viðførið hjá børnunum í forskúlan
        
        
          um, ber til at brúka kanningartilfar, t.d. bókina Tann góða
        
        
          lesitilgongdin (
        
        
          
            Sprotin, 2013
          
        
        
          ).
        
        
          Stóri námsfrøðiligi trupulleikin í sambandi við hesa
        
        
          spjaðing í fortreytunum er, at hon ger tað torført at finna
        
        
          røttu løtuna, sum finnast má í sambandi við fortreyt
        
        
          irnar hjá barninum og undirvísingina, skal ein siðbund
        
        
          in byrjanarundirvísing í lesing eydnast. At tað javnan
        
        
          miseydnast at finna hesa lagaligu løtuna stendst av, at
        
        
          vit í siðbundnu byrjanarundirvísingini í lesing ikki nóg
        
        
          væl skilja fortreytirnar hjá børnunum og heldur ikki vita,
        
        
          hvørjar fortreytir eru neyðugar.
        
        
          Flestu næmingarnir í einum 1. flokki eru á tí breiða vegn
        
        
          um millum at vera undanlesarar og skiftislesarar/byrj
        
        
          anarlesarar, men summir næmingar eru so nær við at duga
        
        
          at lesa og skriva, sum teir skulu, at teir duga væl longu eftir
        
        
          at hava arbeitt í stutta tíð við bókstavum og lesing. Aftur
        
        
          aðrir næmingar klára við neyð og deyð at skriva navnið á
        
        
          sær, og hvør nýggjur bókstavur, sum verður borin fram og
        
        
          navngivin, gerst enn ein ógreið, ja, fløkjalig uppliving.
        
        
          Høvuðstrupulleikin er, at long tíð kann ganga, áðrenn
        
        
          børn varnast, at arbeiðið við bókstavum og lesing krev
        
        
          ur heilt annan hugburð, enn børnini hava verið von við
        
        
          frammanundan. Tá ið børn í tíðarskeiðinum við undanles-
        
        
          
            31
          
        
        
          
            MÁLSPØL - leikur og læra