menningina vera tvey skriftmálslig førleikaøki (
m.a. Frith
og Frith, 1980
), har menningin serliga í fyrstuni er javn
fjar (
paralell
) (
Bråten, 1990
). At enda hevur Hagtvet brúkt
frøðiheitið “Skriftmálsmenning” (
1989
) fyri júst at brúka
eitt hugtak, sum fatar um bæði at lesa og at skriva. Bråten
leggur serliga dent á rættstaving, men Hagtvet hevur eisini
áhuga fyri tí at menna skriftmálsliga formin á tí, ið vit vilja
greiða frá.
Undanlesitíðin og undanskrivitíðin er tíðin, frá tí at
barnið verður føtt, til tað so smátt fer at duga at handfara
skriftmálið. Í hesum tíðarskeiði fatar barnið so við og við,
hvat skriftmál er. Skjótleikin og vavið eru beinleiðis treytað
av vanum viðvíkjandi skriftmálinum heima við hús. Týði-
ligari barnið upplivir skriftmálið sum gerandisamboð í
ítøkiligum sambondum heima við hús, betur grundfest
verða hugtøk um skriftmálið, og fyrr fær barnið áhuga fyri
tí, t.d. í spæli.
Summir granskarar tosa um eina natúrliga lesimenn
ing og halda, at lesievnini hjá barninum koma av sær sjálv
um, bara barnið fær møguleika at fáast við bøkur. Tílík
sjónarmið halda ikki (
ber saman við Frost, 1991; Jordal og
Frost, 1994
), hetta vita vit frá dagliga arbeiðinum í skúlan
um. Men fær barnið í uppvøkstrinum nógvar og fjølbroytt
ar royndir við skriftmálinum og harafturat hevur tolin
vaksin ella størri systkin rundan um seg sum vegleiðarar í
avgerandi løtunum, tá ið tað fer at kanna og gera sær sínar
royndir, so fara nógv børn í roynd og veru at lesa ógvu-
liga tíðliga (
Clark, 1976; Clay, 1975; Durkin, 1966; Ferreiro
& Teberosky, 1983; Hagtvet, 1988; Jansen, 1993; Søder
bergh, 1971
).
Summi børn hava tískil nógvar skriftmálsligar royndir
við sær í skúla, summi koma í skúla við næstan ongum
30
MÁLSPØL - leikur og læra