Máls ligt medvit
          
        
        
          
            Jørgen Frost & Annette Lønnegaard
          
        
        
          
            Orðaskifti um málsligt medvit
          
        
        
          Viðhvørt hava vit hoyrt fólk ivast í, um tað er ráðiligt, at
        
        
          málspølini hava verið so nógv brúkt í byrjanarundirvís-
        
        
          ingini, serliga í forskúlanum. Onkur hevur víst á, at summir
        
        
          granskarar halda, at málsligt medvit fyrst og fremst verður
        
        
          ment í sambandi við lesiundirvísingina, og at málspølini
        
        
          tí gera mest gagn saman við fyrstu lesiundirvísingini í 1.
        
        
          flokki.
        
        
          Til hetta mugu vit siga, at hóast gransking hevur víst, at
        
        
          málsligt medvit mennist í sambandi við bókstava- og lesi-
        
        
          undirvísing, so sigur hetta einki um, at vit ikki skulu brúka
        
        
          málspøl í forskúlanum. Grundgevingin fyri at halda fast
        
        
          um málspølini í forskúlanum er, at hevur barnið, áðrenn
        
        
          formliga lesiundirvísingin byrjar, ávíst medvit um, at orð
        
        
          ini í talumálinum eru bygd upp av einstøkum ljóðum, er
        
        
          tað lættari hjá tí at læra at lesa enn annars. Hetta ger seg
        
        
          galdandi líkamikið, hvørjum lesiástøði, vit sum námslærd
        
        
          gera av at arbeiða eftir. Tað er fyribyrgjandi árinið, sum er
        
        
          kjarnin í tí at brúka málspølini.
        
        
          Men trupulleikin er so, hvussu málspølini verða brúkt.
        
        
          Tey, sum finnast at, vísa á, at málspølini skjótt kunnu ger-
        
        
          ast ov stív, soleiðis sum tey verða brúkt. Hetta halda vit eis
        
        
          ini, hevði verið ógvuliga óheppið.
        
        
          Málspølini mugu verða lærd sum eitt námsfrøðiligt
        
        
          reglubundið upplegg, har arbeitt verður miðvíst at røkka
        
        
          góðum úrslitum. Tað er sum í øllum námsfrøðiligum arb
        
        
          eiði bara stóri áhugin hjá tí vaksna saman við tí, at hann
        
        
          
            “
          
        
        
          
            Tað er fyribyrgj
          
        
        
          
            andi árinið, sum
          
        
        
          
            er kjarnin í tí at
          
        
        
          
            brúka málspølini.
          
        
        
          
            “
          
        
        
          
            35
          
        
        
          
            MÁLSPØL - leikur og læra