Málspøl - Ástøðisbók - page 43

málspølini í 1. flokki samstundis sum tey høvdu bókstav­
irnar fyri.
Tá ið vit síggja, hvussu børn vanliga taka ímóti mál-
spølunum í forskúlanum, so er tó eingin orsøk at bíða til
1. flokk at brúka tey. 5-6 ára gomul børn fata lættliga tey
málsligu fyribrigdini, sum málspølini birta uppundir, og tá
ið hetta eydnast, eru tey dagligur íblástur hjá børnum og
vaksnum. Harafturat er ikki alt í málspølunum nýtt. Tað
nýggja er, at tey verða spæld regluliga, skipanin ella fasta
raðfylgjan í spølunum og arbeiðið við einstøku ljóðunum.
Ein av trupulleikunumat bíða til 1. flokk er, at tá eru fleir­i
børn longu so spent at læra at lesa, at arbeiðið við øllum
øðrum kann kennast órógvandi afturímóti tí, og áhugin
fyri bókstavunum kann gera tað, at hetta við málljóðunum
gerst minni áhugavert. Hava tey harafturímóti havt spølini
í forskúlanum, er tað lættari at enduruppliva tað jaliga og
avbjóðandi við víðkaðum spølum, tá ið tey fara í 1. flokk.
Børnini hava nú lært seg, hvussu tey skulu gera, tá ið tey
skulu finna fram til orð í einum setningi, til stavilsini í ein-
um orði og ikki minst til ljóðini. Týdningarmesti førleikin í
sambandi við at læra at lesa er at vera førur fyri at uppdaga
ljóðini í einum orði. Í verkætlanini á Bornholm var seinast
í forskúlaflokkinum tilvitanin um ljóðeindir tað einasta í
málskránni, har týðandi munur var á royndarbólkinum og
eftirlitsbólkinum. Hetta merkir, at tá ið vit seinni hava sæð
eyðsýndan mun í bæði lesi- og skrivimenning, vita vit, at
hesin munur kann verða førdur aftur til munin at greina
ljóðeindir, tí alt annað var tað sama í royndar- og eftirlits-
bólkunum.
Tískil er tað eisini hetta, sum er tað avgerandi, tá ið vit
skulu skapa samband millum málspøl í forskúlanum og
lesi­undirvísing í 1. flokki. Summir lærarar í royndarbólkun­
43
MÁLSPØL - leikur og læra
I...,33,34,35,36,37,38,39,40,41,42 44,45,46,47,48,49,50,51,52,53,...84
Powered by FlippingBook