Málspøl - Ástøðisbók - page 51

Á henda hátt lyfti hin vaksni vanliga tekstin upp úr bókini
og lærdi barnið, at soleiðis mugu vit gera, tá ið vit royna at
ogna okkum eitt innihald. Tílík læra við fyrimynd vísti seg
at vera týdningarmikil fyri hugburðin, barnið sjálvt menn­
ir at ogna sær innihald, t.d. við at lesa.
Men eisini formparturin av málinum, sum tá ið vit t.d.
gera ramsur, syngja sangir, ríma og spæla við orð, eru
týdn­ingarmiklir smálutir í mennandi málsligari samveru í
barnagarði og forskúla. Longu frá 3 ára aldri kunnu evnini,
ið barnið hevur at eyðmerkja orð, sum ríma, geva okkum
ábending um, hvussu barnið seinni fer at klára seg at lesa
og stava (
Bradley & Bryant, 1983; Scarborough, 1990
).
Børnum dámar væl at hoyra barnarímur, og tað skal ikki
nógv til, fyrr enn tey sjálv royna at spæla sær við at ríma,
og ein menning, ið styrkir seg sjálva, er sett í gongd. So við
og við fáa nógv børn í barnagarði eisini hug at skriva nøvn.
Hetta eigur ikki at verða vant, men vit kunnu halda teimum
til, og skjótt kemur glið á, tí í hesum aldri eru børnini ógvu-
liga forvitin um júst tílíkt.
Annars mugu viðurskiftini í barnagarðinum vera
stimbr­andi fyri skriftmálið, og fyrst og fremst skulu børn
sleppa at vera uppií, tá ið vaksin skriva. Tá ið børn hava
teknað myndir, er sjálvsagt at lata tey fortelja einum vaksn­
um eitt sindur um tað, sum tey hava teknað, og tann vaksni
eigur samstundis at skriva tað, sum barnið sigur, á tekn-
ingina ella aftan fyri á tekningini. Spakuliga fer hetta at
menna seg til beinleiðis at duga at siga søgur, og grundarlag
er lagt undir bæði spæliskrivingina og einarøðuna (
Hagt­
vet, 1989
).
51
MÁLSPØL - leikur og læra
I...,41,42,43,44,45,46,47,48,49,50 52,53,54,55,56,57,58,59,60,61,...84
Powered by FlippingBook