ljóðlagnum. Summi børn seta lesitekniskar spurningar her,
sum svaraðir verða so hissini, so tey ikki missa burtur tað,
sum tey skulu hugsavna seg um.
Aftur er tað best at brúka børnini sjálv. Vit lótu hvørt
barn finna upp á ein setning, sum vit skrivaðu á langar
pappírsálir og hongdu upp, so veggirnir í rúminum vóru
fyltir við setningum. Vit lósu teir upp fyri hvør øðrum og
taldu teir. Vit løgdu fyri at tosa um, at summir setningar
hava nógv orð, summir fá. Seinni varnaðust vit, at summi
orð eru long, summi stutt.
Viðhvørt lótu vit børnini klippa sínar egnu setningar
sundur í orð, sum vit so tosaðu um og hugdu at. Vit smakk
aðu á long orð og kendu munin á at bera fram long orð aft
urímóti at bera fram tey stuttu.
Vit gjørdu kappingar við orðalongdum. Hongdu orð
ini upp eftir longd o.s.fr. o.s.fr. Stútt og støðugt fingu vit
soleiðis børnini at varnast ljóðini í málinum, og tá fóru tey
av álvara sjálv at kanna málið.
Stavilsi
Stigið til stavilsi er ikki langt, tá ið tú hevur fingið fatur á
málspølunum á henda hátt. Stavilsi finna vit við at klappa
ljóðlagið í orðinum, so allur kroppurin er við. men ljóðlagið
kann sjálvsagt eisini verða hoppað, dandað, skumpað og
rullað. Og til ber at sláa trummu, ja, til ber at gera eitt heilt
orkestur.
Óført er at byrja við nøvnunum á børnunum. Flokkurin
kann verða býttur í bólkar eftir tali á stavilsum í nøvnunum
á børnunum. Til ber at gera hagtøl við at heingja nøvnini
upp eftir tali á stavilsum. Tey kunnu rópa á hvørt annað við
at brúka stavilsi, og til ber at gera minnisspøl við myndum
av øllum í flokkinum, har ein mynd av Símuni skal hóska
59
MÁLSPØL - leikur og læra