Málspøl - Ástøðisbók - page 67

Vit hava eisini brúkt “Bytteleg” hjá Lotte Kærså, har
ljóðlagið í sanginum birtir upp undir eitt spæl, har børnini
skulu senda ein stein runt sínámillum í ringinum. Vit hava
brúkt nógva tíð at arbeiða við ljóðlagi á ymsan hátt, tí vit
halda, at hetta er gongd leið til mál, tá ið vit t.d. seta tað
sam­an við rími og ramsum.
Vit kunnu á ymsan hátt gera sjálvt tað einfaldasta spenn­
andi. T.d. at krógva ein setning undir einum dúki ella koyra
lutir niður í ein kassa, og so skulu børnini stinga hondina
gjøgnum eitt lítið hol og finna ein lut, sum so skal verða
sagdur í stavilsum. Hini børnini skulu so gita, hvør lut­urin
er. Ella gera loynilig kort við myndum av lutum, sum børn­
ini kenna. Somu kort kunnu verða brúkt at ríma við, býta
sundur í stutt/long orð, finna forljóð o.s.fr.
Eisini er stuttligt hjá okkum vaksnu at finna upp á spøl
og finna lutir fram, sum kunnu verða brúktir til ávís enda­
mál, tí soleiðis kunnu vit skerpa okkara egna ans og skap-
anarevni viðvíkjandi ymisku evnunum í málspølunum. Á
henda hátt hava málspølini verið ein avbjóðing og ein kelda
til íblástur.
Bara ein vaksin – ella tvey?
Eru tvey í forskúlanum, gevur tað góðar møguleik­ar at eyg­
leiða bólkin og at stuðla veikastu børnun­um. Annars kann
tað vera torført bæði at hava eyguni við øllum bólkinum og
samstundis síggja einstaka barnið. Ert tú einsamøll, mást
tú kanska sleppa einstaka barninum, so arbeiðið í bólkin­
um ikki miseydnast. Serliga hevur tað verið ein fyrimunur
at verið tvær, tá ið vit komu til forljóð og ljóðeindir, tí nú
sæst spjaðingin í bólkinum av álvara. Verða tey veiku ikki
stuðlað við fjølbroytni og endurtøkum, er rætt og slætt ov
torført at fáa tey at fylgja við. Arbeiða tveir námsfrøðing­
67
MÁLSPØL - leikur og læra
I...,57,58,59,60,61,62,63,64,65,66 68,69,70,71,72,73,74,75,76,77,...84
Powered by FlippingBook