Málspøl - Ástøðisbók - page 63

Málspøl í verki
– sæð úr forskúlanum
Karin Rosdahl og Karen Uldahl
Málsligur ansur er stuttligur
Í okkara forskúlaflokki brúka vit nú á 7. ári bornholmska
tilfarið “Um málsligan ans”.
Vit skulu her royna at lýsa okkara upplivingar og royndir,
bæði jaligar og neiligar, so opið, sum vit eru førar fyri. Part-
víst fyri at eggja til eldhuga og forvitni fyri hesi søk, og
partvíst fyri at hjálpa teimum, sum hava eina kensl­u av, at
hetta er ov torført og drúgt.
Hví málsligan ans?
Tað, sum leggur grund undir málsligan ans, er hugsanin
um, at málið ikki bara hevur ein fráboðanar- og fatanar-
part, men eisini ein spennandi formpart, sum lítil børn
kunnu kanna, um tey vaksnu, ið eru uttan um barnið,
royn­a at hjálpa.
Tað týdningarmikla í at kanna formin, er, at barnið fær
ein væl útgjørdan “amboðskassa” við sær upp ígjøgnum
alla skúlagongdina. Skal hesin “amboðskassi” fáa rætta
inni­haldið til barnið at brúka, má hin vaksni gera av at
brúka 15-20 minuttir um dagin til spølini og somu tíð á
degnum hvønn dag.
Ivasemi og umhugsan
Fyrstu ferð, vit hoyrdu ummálsligan ans, arbeiddu vit báðar
saman í tveimum forskúlaflokkum í tveimum skúlum. Vit
vóru ikki ein partur av innskúlingini, men vit høvdu gott
samstarv við tey námslærdu í skúlanum.
Jørgen Frost komárið fyri, hann skuldi í holt við verkætl­
63
MÁLSPØL - leikur og læra
I...,53,54,55,56,57,58,59,60,61,62 64,65,66,67,68,69,70,71,72,73,...84
Powered by FlippingBook