tað er eisini umráðandi, at onkur uttanífrá stuðlar, t.d.
skúlasálarfrøðingur og talilærari.
Foreldrini
Tá ið børnini koma í forskúlan, hava vit foreldrafund. Á
fundinum greiða vit millum annað frá um málsligan ans.
Vit vísa ljósmyndarøð (
Rosdahl, v.fl., 1989
), sum vísir
skránna, sum hon verður brúkt, so foreldrini kunnu fáa
varhuga av, hvør hugsanin er við málspølunum.
Javnan skriva vit brøv til foreldrini at greiða teimum
frá, hvussu langt vit eru komin, og hvat tey kanska “kunnu
verða noydd til” at hjálpa børnunum við í komandi tíðum
(t.d. at finna lutir, sum ríma við ... )
Foreldrini hava hvørt ár verið sera jalig og greitt okkum
frá, hvussu nógva orku børnini hava lagt í málspølini, og
hvussu áhugað tey vóru í teimum.
Okkara fatan og royndir við málspølunum eru, at tað
at arbeiða so tilvitað við ansinum hjá børnunum merkir,
at tað bøtir ikki bara um førleikan viðvíkjandi málinum,
men børnini sum heild eru vorðin meiri málsliga ansin av
at arbeiða við málspølunum, afturat tí at tey nú hava fingið
ein amboðskassa, ið ger tað lættari hjá teimum at fara í holt
við skriftmálið.
(
Stytt og viðgjørd útgáva av grein stendur í “Skole
start” nr. 1/92, Børnehaveklasseforeningen, Virumvej 118,
DK 2830 Virum
)
“
Børnini eru sum
heild vorðin meiri
málsliga ansin
av at arbeiða við
málspølunum,
afturat tí at tey
nú hava fingið
ein amboðskassa,
ið ger tað lætt
ari hjá teimum
at fara í holt við
skriftmálið.
“
69
MÁLSPØL - leikur og læra