Málspøl - Ástøðisbók - page 70

Málspøl í verki í 1. flokki
Verkætlanin á Bornholm vísti týðiliga, at ikki er nóg mikið
at læra børnini í forskúlanum at gerast tilvitað um ljóðeind­
ir (
Bollerslev, v.fl., 1990
). Arbeiðið má halda fram í 1. flokki
og lýst má verða, hvussu hetta kann teingjast at lesihættum,
sum lærarin ætlar, at næmingurin skal menn­a. Flokslærar­
in í 1. flokki má vita, hvussu arbeitt hevur verið við mál-
spølunum í forskúlanum, hvussu nógv bókstavirnir hava
verið tiknir við, og um arbeitt hevur verið á annan hátt at
stimbra skriftmálið (
Hagtvet, 1989
). Best er, um floks­lær­
ar­in í 1. flokki hevur møguleika at vera í forskúlaflokkinum
og sær, hvussu arbeitt verður.
Í summum skúlum hava serlærarar hvørt ár átikið sær
at seta í verk málspøl í 1. flokki, soleiðis at lærarin í 1. flokk­i
verður kunnaður um tey. Hetta hevur tann fyrimun, at
royndirnar savnast hjá serlæraranum, so tað gerst gjørligt
ár um ár at bøta um hetta týdningarmikla arbeiðið.
Tveir høvuðstrupulleikar eru í sambandi við at arbeiða
við málspølum í 1. flokki.
– Í fyrra lagi tørvar summum næmingum ov langa tíð
at fáast við málspøl og spæliskriving fyri at uppdaga sam-
bandið millum málljóð og bókstavatekn.
Í seinna lagi er tað torført hjá summum børnum at ogna
sær trygga ljóðseting, har málljóðini verða krøkt saman
bygd á hollan kunnleika í bókstavaeygleiðingum.
Í sambandi við hesar tveir høvuðstrupulleikar krógv­
ar seg ein heildarspurningur, sum kann verða knýttur at
málsligum medviti.
Fer tann námslærdi í forskúlanum beinleiðis gjøgnum
bókstavirnar og arbeiðir ikki samstundis við tilvitanini hjá
børnum um ljóðeindir, missa vit ógvuliga skjótt næmingar-
70
MÁLSPØL - leikur og læra
I...,60,61,62,63,64,65,66,67,68,69 71,72,73,74,75,76,77,78,79,80,...84
Powered by FlippingBook