saman við einum 2-tali. Í málverkstaðnum ber til at klippa
myndir úr lýsingarbløðum, bólka myndirnar eftir stavils
um og festa bólkarnar á hvørt sítt uppslag.
Onkustaðni gjørdu tey eina klappibók. Tað var ein bók,
sum børn og námslærd høvdu heft saman við litaðum
pappi uttanum, og sum børnini høvdu prýtt uttaná. Í bók
ini høvdu børnini á eini síðu teknað og litað nógvar lutir, ið
bara høvdu eitt stavilsi. Á eini aðrari síðu lutir, sum høvdu
2 stavilsi o.s.fr. Soleiðis eru tað børnini sjálv, sum fara eftir
trupulleikanum, og tí fáa tey nógv meiri burturúr. At arb
eiða við málspølunum á henda hátt, sum vendir sær til tann
einstaka, hóskar væl við aldurin á børnunum.
Forljóð
Soleiðis sum tíðaryvirlitstalvan til málskránna í verkætl
anini á Bornholm var skipað, var ætlanin at arbeiða við
málspølum, rímum og ramsum, setningum, orðum og
stavilsum í 3 mánaðir, 15-20 minuttir um dagin. Arbeiðið
við forljóðum og ljóðeindum skuldi vara í 5 mánaðir, og tað
bendi á, at tað var her, tað fór at verða torført at fáa øll við.
Hyggja vit at úrslitunum av royndarverkætlanini á
Bornholm, gjørdist greitt, at ikki var munur á royndar- og
eftirlitsbørnum júst á fyrrnevnda øki (rím, ramsur, setn
ingar/orð og stavilsi). Munurin millum bólkarnar var
harafturímóti ómetaliga stórur, tá ið tað kom til forljóð og
greining (
analysa
) og heildargerð (
syntesa
) av ljóðeindum.
Tílíkt arbeiði við forljóðum og greining og heildargerð av
ljóðeindum er so statt ikki vanlig “evni”, ið verða viðgjørd
í donskum barnagørðum. Í staðin mugu vit koma til ta
niðurstøðu, at júst hetta, at munur bara var viðvíkjandi
medviti um ljóðeindir, sigur okkum, at um munur vísir
seg at vera ímillum royndar- og eftirlitsbólkarnar í lesi- og
60
MÁLSPØL - leikur og læra