Málspøl - Ástøðisbók - page 58

nógvar bollar”. Men verða bøkur við barnarímum lisnar,
t.d. tær hjá dananum Halfdani Rasmussen ella tær hjá
Alex­anduri Kristiansen, sum eru framúrskarandi bøkur
fyri børn, kunnu rímini verða drigin fram og løgd á tung­
una at rannsaka, soleiðis at ansurin verður vend­ur bein-
leiðis móti forminum á málinum. Rímini kunnu á hend­a
hátt vekja dúrandi ansin um málljóð hjá teimum børnun­
um, sum enn ikki hava fingið fatur á tí týdningar­mesta við
rímum. Verða bøkur við rímum gjørdar, har hvørt barn í
flokkinum rímar sítt egna rím, sum tann námslærdi skriv­
ar á eitt pappírsark, og barnið aftaná teknar myndir til,
verður tað ein fitt og góð heimagjørd bók við børnunum
í miðdeplinum. Verður t.d. arbeitt í málverkstøðum, har
børnini hvørt í sínum lagi kunnu gera fleiri bøkur við rím­
um, er møguleiki at fáa einstaka barnið við.
Setningar og orð
Arbeiðið við setningum og at greina setningar í orð og
seinn­i orð í stavilsi hongur ástøðiliga saman.
Eisini her eru vit í teimum stóru og lítið viðgjørdu løgun­
um í málinum, men sum afturfyri eru rímiliga atkomulig
hjá børnum. Brúkar hin námslærdi bókstavakubbar á eini
plátu, kann hann livandi vísa tað, sum talan er um. Her
brúka vit so statt skriftmálið, so børnini síggja bókstavir
og orð, men uttan at vit royna at læra børnini at lesa. Vit
siga, hvat stendur har, telja orðini og eygleiða tey, men fara
ikki í smálutir. At telja orð í einum setningi, ið vit hoyra,
er ikki bara at telja ljóðlag. Her má hugtakið “eitt orð” sum
ein lítil merkingareind í setninginum verða gjørt týðiligt
fyri barninum, og hetta nýtist ikki neyðturviliga at fylgja
58
MÁLSPØL - leikur og læra
I...,48,49,50,51,52,53,54,55,56,57 59,60,61,62,63,64,65,66,67,68,...84
Powered by FlippingBook