Málspøl - Ástøðisbók - page 52

Forskúlin og 1. – 2. flokkur
Hesi lýstu dømini um virksemi fara at byggja brúgv millum
málsligu stimbranina í barnagarði og í forskúla. Neyðugt er
at samstarva um innihald, og at samskipa námsfrøðina í
barnagarði og forskúla, soleiðis at báðir partar kenna seg
draga eina línu. Uppgávan er nú at halda áfram, so sam-
band verður skapt til framhaldandi arbeiði í skúlanum.
Hagtvet (
1989
) og Hagtvet og Palsdottir (
1992
) hava
gjørt eitt upprit til forskúlan, sum saman við málspølunum
í hesum hefti byggja brúgv til skúlans arbeiði. Her verður
dentur lagdur á 4 lyklaøki:
Málsligt medvit
Málvenjing, ið ikki er treytað av støðuni
Spæliskriving
Spælilesing
Skal samband verða skapt millum málsliga arbeiðið í for-
skúlanum og longri fram, kundi hetta verið gjørt við m.ø.
hesum virksemisyvirliti, har vit fara frá at arbeiða fjøl-
broytt og avbjóðandi við talumálinum til at arbeitt verður
við skriftmálinum eftir fortreytunum hjá barninum.
52
MÁLSPØL - leikur og læra
I...,42,43,44,45,46,47,48,49,50,51 53,54,55,56,57,58,59,60,61,62,...84
Powered by FlippingBook