Málspøl - Ástøðisbók - page 42

Hyggja vit gjøllari at úrslitunum hjá einstøku flokk­
un­um í verkætlanini á Bornholm, mugu vit staðfesta, at
trup­ulleik­ar eru viðvíkjandi tí at fáa í lag námsfrøðiligt
samband millum arbeiðið í forskúlaflokkum og fyrstu und­
ir­vísingina í 1. flokkunum. Summir flokkar í royndarbólkin­
um (4/11) hava miðaltøl í lesing og staving, sum eru undir
miðal í flokkunum, ið vórðu brúktir at sammeta við. Hetta
kundi fingið okkum at hildið, at spølini gera mest gagn í 1.
flokki, samstundis sum tey læra at lesa.
Men her mugu vit hava í huga umstøður, sum vit mugu
taka við í metingum okkara. Í verkætlan­ini á Bornholm
vórðu bókstavirnir ikki tiknir við í arbeiðið. Bókstavaljóð­ini
vórðu gjørd ítøkilig við kubbum. Ikki fyrr enn verkætlan­
in var liðug, vórðu bókstavirnir tiknir við (
Rosdahl, v.fl.,
1989
).
At bókstavirnir ikki vórðu brúktir, var tí, at verkætlanin
skuldi vísa, at til bar at menna tilvit um ljóðeindir uttan
samstundis at undirvísa í lesing.
So statt hava tey í verkætlanini á Bornholm ikki gjørt
nakað við at fáa í lag hugtaksligt samband millum málljóð
og bókstavatekn. Málspøl og lesing var hjá børnunum, sum
vóru við í verkætlanini, tvey ymisk fyribrigdi, uttan so at
børnini sjálv duga at knýta hesi bæði saman.
Nú verður viðmælt at taka bókstavirnar við at gera virk-
semið so ítøkiligt sum gjørligt, uttan at nakað krav er um,
at bókstavirnir skulu verða lærdir. Teir eru við, so samband
verður skapt millum hugtøk og málljóð/framburð og bók-
stavatekn.
Hyggja vit so aftur at úrslitunum hjá flokkunum, síggja
vit, at teir flokkar, sum eru best fyri, vóru flokkar, har lær­
ar­in í móðurmálinum hevði víst stóran áhuga í at kunna
seg um tilfarið um málsligt medvit, og hann hevði brúkt
42
MÁLSPØL - leikur og læra
I...,32,33,34,35,36,37,38,39,40,41 43,44,45,46,47,48,49,50,51,52,...84
Powered by FlippingBook