livir seg inn í arbeiði sítt, sum gevur úrslit. Um einstøk
námslærd í forskúlanum halda, at tey ikki rættiliga duga
at fáa spælið fram í arbeiðinum við málspølunum, mugu
tey finna onkran, sum tey kunnu samstarva við um tað.
Summi hava gjørt lestrarbólkar, har málspølini vóru ein
partur av einum felags evni, og har tey ítøkiliga góvu hvør
øðrum hugskot á ymsu økjunum í málspølunum.
Børnini eru barometrið, vit kunnu ganga eftir, skal arb
eiðið við málspølunum eydnast ella ikki. Halda tey, at tað
er keðiligt og býtt, so má framferðarhátturin endurskoðast.
Geva spølini børnunum íblástur at royna seg sjálv, t.d. í
einum málverkstaði ella heima saman við foreldrunum, so
vita vit, at vit eru á rættari leið.
Málspølini eru inngangur til felags undran og rannsókn
viðvíkjandi talumálinum á ymsan hátt, og hin vaksni má
undrast saman við børnunum, soleiðis at tey gerast forvit
in og tíma at fylgja við. Hava vit harafturat á foreldrafundi
greitt frá um málspøl, og hvat býr undir og kanska víst
myndir ella film um, hvussu arbeitt var við teimum í
granskingarverkætlanini á Bornholm, hava vit møguleika
fyri einum sera fruktagóðum samspæli, har eisini foreldur
fáa hug at spæla við, tí í veruleikanum er nógv stuttligt við
málinum, sum vit ikki ganga og hugsa um dagliga. Sleppa
felags skapanarevnini at blóma rundan um málið, so gerst
tað trupult at avmarka arbeiðið til teir 15-20 minuttirnar,
sum hildnir vera hóskandi. Málspølini hava av somu orsøk
í veruleikanum fingið fótafesti nógvastaðni í Skandinavia.
Málspølini eru inngangur til formliga undirvísing í
lesing, er atfinningin hjá onkrum. Ein tílík atfinning er
grundað á lesiástøðiligar ósemjur um, hvussu fólk halda,
at børn eiga at byrja við skriftmálinum og læra seg at lesa.
Summi halda, at lesitilgongdin er stýrd av, at lesarin leitar
36
MÁLSPØL - leikur og læra