Í erva og í neðra ámyndini eru ávikavist talumálið og skrift-
málið. Høvuðsuppgávan í lesiundirvísing er at læra børnini
at duga at flyta ansin frá ávikavist talumáli til skriftmál
(sum tá ið vit skriva) og frá skriftmáli til talumál (sum tá
ið vit lesa). Tá ið vit fara frá talumáli til skriftmál, innkoda
vit, og tá ið vit fara frá skriftmáli til talumál, avkoda vit.
Men lat okkum fara ígjøgnum báðar tilgongdirnar at
síggja, hvørji krøv verða sett næmingunum í ávikavist inn-
og avkodan.
Grunda vit á talumálið, hugsa vit okkum, at næmingurin
situr við einum orði á varrunum, sum hann ella hon fegin
vil skriva. Í ávísum tíðarbili í barnsins skrivimenning lærir
barnið seg tað uttanat, t.d. tá ið tað skrivar nøvn, men her
ímynda vit okkum, at barnið er vorðið eitt sindur tilvitað
um ljóðeindir, soleiðis at tað er ført fyri at smakka orðið og
tí fyri ein part dugir at gera av, hvussu orðið skal verða stav
að. Um barnið ger hetta, avger tað ljóðini í orðinum í tí rað-
fylgju, sum tey koma, og skrivar bókstavirnar samsvarandi
hesum, um so er, at barnið dugir bókstavirnar.
Klárar barnið ikki orðið á henda hátt, eru fleiri mátar at
loysa trupulleikan. Barnið kann krutla, um tað ikki kenn
ir ávísa bókstavin. Dugir barnið ikki at gera av, hvørji ljóð
talan er um, kann krutlið umboða alt orðið. Ofta síggja vit
í skriviroyndunum hjá børnum millumformar, har nakrar
ljóðeindir verða skrivaðar við røttu bókstavunum, hinar við
heilt tilvildarligum bókstavum, stavilsum ella orðapørtum.
Stutt kunnu vit siga, at barnið her hevur nógvar møgu
leikar at halda áfram við síni tilgongd at koda inn (frá
talumáli til skriftmál) og koma fram til eitt úrslit, sum
tað sjálvt er ført fyri at tulka aftaná. Á henda hátt verður
barnið ikki noytt at savna sína hugsan um tað, sum vantar í
av førleika í rættskriving, og merkir hetta, at arbeiðið kann
39
MÁLSPØL - leikur og læra