um brúktu ikki nóg nógv tilvitanina, sum børnini høvdu
ognað sær um ljóðeindir, í byrjanarundirvísingini í 1.
flokki, soleiðis at førleikin varð ikki royndur hjá summum
av børnunum.
Brúgv millum barnagarð og skúla
Stórur tørvur er á at gera eina heildarætlan at arbeiða við
málinum hjá børnum úr barnagarði, forskúla og upp í 1.-2.
flokk, soleiðis at námsfrøðingar og lærarar draga eina línu
og soleiðis, at vit kundu kent okkum trygg í tí, sum vit sum
námsfrøðingar og lærarar gjørdu saman við børnunum á
málsliga økinum. Á henda hátt kundi arbeiðið við málsliga
medvitinum eisini betur komið í eitt størri málsligt høpi.
Við at leggja so stóran dent á málspølini, sum vit gera í hesi
bók, er vandi fyri, at vit gera ov lítið burtur úr aðrari týdn-
ingarmiklari málstimbran. Hetta var ongantíð ætlanin.
Hugsavnaðu vit okkum eina løtu um tann partin av
málsligu stimbranini, sum gransking hevur víst á er serliga
gagnligur fyri miðspjødd málslig evni, sum er at uppdaga
og samskipa tvey sjónarhorn samstundis (
desentrerað
),
so er tað ikki fyri at avmarka málstimbran til tann part
in, men fyri aftur at venda ansinum móti nøkrum saman-
hangum millum mál, fatan og lesing, sum vit kanska ikki
hugsa um dagliga, og sum tykjast at hava serligan týdn-
ing fyri, hvussu skúlagongdin hjá barninum fer at verða.
Harafturat fer góður málkunnleiki í øllum førum altíð at
geva barninum fyrimunir.
Barnagarður og forskúli
Tá ið barnið fer at spæla spøl, har tað brúkar hugflogið og
ímyndar sær okkurt annað enn tað, sum beint nú er veru
leikin, er barnið á veg at virka miðspjatt (
desentrerað
).
44
MÁLSPØL - leikur og læra