eftir meining, og at so eiga virkis- og lesihátturin at byg-
gja á alla ta vitan, sum lesarin kann fáa uttan um sama
orð, t.e. tað, sum barnið áður hevur lisið/hoyrt, orðalag-
slæra (
syntaks
), myndlýsingar o.a. Her verður hugsað um,
at við at gera barnið varugt við minstu eind av orðinum,
bókstavirnar, beina vit barnið burtur av leið í leitan síni
eftir meining. Børnini skulu so statt ikki stava fyri at skilja
orðini. Børnini menna sín egna hátt at avkoda, bara tey fáa
frið fyri beinleiðis undirvísing frá tí námslærda í at avkoda.
Hava fólk eitt tílíkt lesiástøði, kann spurningurin um at
stimbra tilvitanina um ljóðeind gerast ein álvarsligur trup
ulleiki, tí endamálið við hesi stimbran er at geva barninum
fortreytir at duga at skilja, hvussu bókstav-ljóðsamanset
ingin niður í smálutir bindur skriftmál og talumál saman.
Øvuti lesiástøðiligi hugburðurin byggir á hugsanina
um, at lesing verður fingin í lag, tá ið barnið skilur hesa
bókstav-ljóðsamanseting, og tí mugu vit fyrst í lesiundir-
vísingini leggja dent á at menna lesiætlanir, sum byggja á
eygleiðing í ávísa orðinum. Verður hetta ikki gjørt, kann
barnið bara lesa orð, sum tað ikki hevur sæð fyrr.
Mála vit verðina svarta ella hvíta, skal ikki nógv snildi
ella dugnaskapur til at gerast ósamd. Lesiundirvísing er
blandingur av tveimum lesiástøðum, har partar av hesum
báðum eru. Høvuðstrupulleikin í byrjanarundirvísing er
júst raðfesting av hugsanum, sum kunnu bera ov nógv á
annað borðið (
Frost & Jordal, 1994
).
Stuðla vit okkum til verandi gransking um lesimenning
og hennara fyritreytir, so er hetta sagt aftur og aftur, at
høvuðstrupulleikin hjá teimum lesiveiku er og verður at
avkoda einstøk orð. Skulu vit tískil leggja til rættis byrjan
arundirvísing í lesing, sum skal vera til øll børnini í flokk
inum, so má innihald og háttalag vera lagað eftir hesum.
37
MÁLSPØL - leikur og læra