Skriftmálsmenning
Lesimenning og skrivimenning
Royndir hava ofta verið gjørdar at lýsa menningina, hvussu
evnini/førleikin at duga at lesa og skriva mennast, men
næstan allar lýsingarnar kundu í stuttum verið orðaðar
soleiðis:
•
Undanlesarar
•
Byrjanarlesarar
•
Skiftislesarar
•
Innihaldslesarar við sjálvvirknum lesiførleika
Tað, sum roynt verður at vísa við hesum uppbýti, er, at fyri
at gerast lesarar, mugu vit ígjøgnum eitt tíðarskeið, har vit
læra, og har virksemið í høvuðsheitum er øðrvísi enn hjá
roynda lesaranum. Við tað, at fyritreytirnar hjá børnum
eru ymiskar, tá ið tey skulu lesa, og við tað, at námsfrøðin,
sum skúlin bjóðar børnunum, kann vera ógvuliga ymisk, er
tað møguligt, at vit kunnu eygleiða nógvar ymiskar skiftis
hættir bæði bornar saman við skiftið frá undanlesing til
byrjanarlesing og frá byrjanarlesing til trygga lesing. Eisini
kann trygg lesing broytast bæði í dygd og vavi. Tí síggja vit
eisini frymlar, ið hava fleiri enn fyrr nevndu 4 stigini.
Seinastu tíggjuáraskeiðini hevur harafturat ikki bara
verið vaksandi áhugi fyri lesimenningini, men eisini skrivi
menningini. Nú halda fleiri lesigranskarar lesi- og skrivi-
29
MÁLSPØL - leikur og læra