Inngangur
Ingvar Lundberg
Málsligt medvit
– ein kelda til gleði og ein vegur til skriftmálið
Uttan so, at umstøðurnar at vaksa upp hjá børnum hava
verið ógvuliga vánaligar, læra næstan øll børn at tosa og
skilja sítt móðurmál. Henda læra tykist at koma av sær
sjálvari, lutfalsliga skjótt, og uttan at børnini varnast tað.
Børn hava altíð og um allan heim lært at tosa og at skilja
tað, sum onnur siga. Hetta er sermerkt fyri okkum menn
iskju. Menniskjað fekk í drúgvu lívfrøðiligu menning síni
eina serliga eind í nervaskipanina, sum ávirkar málsliga
virksemið.
At duga at lesa er harafturímóti ikki so natúrligt sum
at duga at tosa. Afturímóti talumálinum er skriftmálið eitt
mentanarligt fyribrigdi, sum menniskjað hevur havt tøkt
stutt tíðarskeið í søgu sínari.
Ikki fyrr enn í okkara tíð og í okkara parti av heiminum
er lesiførleiki vorðin ein sjálvsagdur førleiki hjá vaksnum
fólki. Men tað eru enn nærum ein milliard menniskju í
heiminum, sum ikki duga at lesa. Analfabetar í millióna-
tali liva í nýmótans stórbýum, har tey dagliga síggja ymsan
tekst og skelti, uttan at tey av sínum eintingum læra seg
at avkoda skriftina. Alt bendir á, at skulu vit ogna okkum
serliga manngjørda skriftmálið, so krevur tað skipaða, ser-
19
MÁLSPØL - leikur og læra