Málspøl bygd á gransking
Havast má í huga, at vit mugu duga at síggja, hvussu um-
ráðandi tað er at stimbra formpartin av málinum, serliga
ljóðskipanarliga medvitið. Tí var neyðugt at gera hetta
tilfarið við málspølum á føroyskum eisini. Annars eru fleiri
av málspølunum, sum farið verður ígjøgnum, væl kend.
Ikki fyrr enn komið verður til spølini við einstøku ljóðun
um, gerst tilfarið nýtt hjá flestum skúlabólkum/forskúla-
flokkum.
Hóast hetta tilfar hevur nøkur ár á baki, so hevur tað
líka stóran áhuga enn. Henda verkætlan byggir á drúgva
gransking, sum víst verður á í hesum fororðum og í týdda
ástøðipartinum. Hugt hevur eisini verið at tilvitanini um
ljóðeindir, sum í sjálvum sær er sera samansett (
Tunmer,
1989
), og eisini at t.d. sambandinum millum ljóðeindir og
lesimenning, har serliga varð leitað eftir, um samsvar er
millum tilvitan um ljóðeindir og lesi- og stavimenningina
(
t.d. Lundberg, v.fl., 1980
). Eisini verður eygleitt, um til
ber at siga nakað um førleikarnar hjá børnum í sambandi
við ljóðeindir, ið tey duga, tá ið tey fara í skúla, so ætlast
kann um, hvussu lesi- og stavimenningin fer at vera seinni.
Hetta verður ofta gjørt sum langtíðarkanningar, har fylgt
verður við næmingum í fleiri ár (
Tornéus, 1983
). Triði hátt
urin (
Bradley og Bryant, 1985
), ið brúktur hevur verið at
kanna, er at bera saman næmingar, ið eru væl ella vanliga
lesimentir, við næmingar, ið eru seinni lesimentir. Hesar
kanningar verða gjørdar við at bera saman næmingar á
sama aldri, men við ymiskari lesi- og stavimenning, ella
við at bera saman næmingar við somu lesi- og stavimenn
ing, men á ymiskum aldri (
reading-age-match
). Eis
ini kunnu nevnast venjingarkanningar, har hugt varð at,
hvørja ávirkan venjing við málsligari tilvitan kann hava
13
MÁLSPØL - leikur og læra