Heilsan frá
landsstýrismanninum
Málmenning hevur alstóran týdning
Føroyska samfelagið er broytt nógv seinastu árini, og
broytingarnar hava ongantíð gingið skjótari enn nú. Hetta
hevur eisini ávirkan á samveru og samskifti millum foreld
ur og børn m.a. á hvønn hátt, og hvussu langa tíð, vit hava
møguleika at vera saman við okkara børnum. Týdningurin
av beinleiðis sambandi millum barn og vaksin kann ikki
yvirmetast, tá ið vit tosa um menning barnsins sum heild.
Hetta hevur tó serliga stóran týdning, tá ið talan er um
málmenningina hjá barninum. Fyrr var vanligt, at børnini
lýddu á og luttóku fyri ein part, og at tey vaksnu, ofta eis
ini ommur og abbar við sínum ríka máli, samrøddu, sungu
skjaldur og sangir og søgdu frá søgum.
Nú á døgum er tíðin eftir loknan arbeiðsdag mangan
stutt til tílíka samveru, og stór krøv verða sett teimum
4
MÁLSPØL - leikur og læra