Málspøl - Ástøðisbók - page 5

vaksn­u at skipa gerandisdagin, so samskifti, frásøgn og
hugni saman við børnunum verða raðfest. Tað er umráð­
andi at lesa eina bók saman við børnunum, syngja og práta,
tí krøv­ini til barns­ins málsliga førleika hava ongantíð verið
størri, enn tey eru nú. Málsliga menningin er ein fortreyt
fyri lesi- og skriviførleika, og er vandin tí stórur fyri vaks­
andi sosialum gjá­um millum unga ættarliðið vegna vant­
andi lesiførleika (
Lund­berg, 2011
).
Hetta setur samstundis stór krøv til dagstovnarnar, har
nógv børn eru ein stóran part av degnum, soleiðis at dag-
stovnarnir í námsfrøðiliga arbeiðinum alsamt taka atlit at
málmenningini hjá børnunum. Eisini er umráðandi, at
børn­ini hava eitt stimbrandi umhvørvi, har tey læra at seta
orð á og nýta allar sínar sansir. Somu viðurskifti gera seg
galdandi bæði í forskúla og í frítíðarskúla.
Vit hava sum samfelag ábyrgd av, at børn hava eitt fjøl-
broytt og stimbrandi umhvørvi og virksemi bæði í dag­
stovn­um, skúla og frítíðarskúla, at tey fáa ríkar upplivingar
bæði inni og úti, har tey í spæli hava umstøður at menna
sínar mongu førleikar.
Mín vón er, at hetta tilfar verður eitt gott amboð í arb­
eiðinum í dagstovnum og forskúlum at stimbra málmenn­
ingina hjá børnunum, har dentur verður lagdur á, at spæl
og upplivingar eru grundarlagið undir læring barnsins.
Eg takki Anniku Høj fyri hennara eldhuga fyrst at royna
tilfarið í verki og síðan at laga tað til og týða til føroyskt.
Eis­ini takki eg Karolinu Matras fyri týðing, tillaging og
fak­liga viðgerð og Námi fyri at leggja tilfarið til rættis og
geva út.
á krossmessu 2014
Bjørn Kalsø, landsstýrismaður
5
MÁLSPØL - leikur og læra
I,II,1,2,3,4 6,7,8,9,10,11,12,13,14,15,...84
Powered by FlippingBook